Stór sukse á Giljanesi

12-08-2021

Í gjár var koppsetingartoymið hjá Sjúkrahúsverki Føroya á Giljanesi og bjóðaði koppseting, og má tað sigast at tað var ein stór sukse. 99 fólk høvdu bílagt tíð til koppseeting og onnur 62 fólk valdu møguleikan við støkk inn koppseting.

Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið vóru felags um átakið at fáa koppsetingartoymið vestur at bjóða øllum borgarum, ið ynsktu at verða koppsett, at verða koppsett her vesturi. Hetta var gjørt sum ein royndarverkætlan, at koma runt um í landinum við koppsetingini.

Kommunurnar ynskja at takka Sjúkrahúsverkinum og koppsetingartoyminum fyri eitt sera gott og fyrimyndarligt samstarv. Umstøðurnar á Skúlanum á Giljanesi vóru serstakliga væl egnaðar til endamálið, har leiðandi húsavørðurin, saman við sínum toymi stóð fyri at innrætta skúlan til endamálið.

Um 21 dagar kemur koppsetingartoymi vestur aftur at geva 2. prik og tá verður eftir ætlan eisini støkk inn koppseting.





























30.07.2021
Góði Sverri










03.07.2021
Kunngerð















03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir





































17.12.2020
Tálgaverk








01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona