Skótalið Mikkjals á Ryggi virkið aftur

27-05-2022

Í dag varð skipað fyri einum tiltaki á sandinum í Sandavági, har nakrir skótar vóru komnir at vísa teimum ungu úr 3. til 6. flokki sum ganga í Virkishúsinum við Ánna, hvat skótalív er. Endamálið við tiltakinum var at vita um undirtøka er millum børn og ung at vera skóti. Útímóti 40 børn og ung vóru møtt á sandinum, har tey millum annað vórðu undirvíst í hvussu eitt torn verður bygt, stuttleikaðu sær við postarenning, umframt at tey royndu seg við at grilla sneisabreyð og pylsur á bálinum sum skótarnir høvdu kynt á sandinum.

Fyri tíð síðan varð fundur, har nýggj nevnd varð vald fyri skótalið Mikkjals á Ryggi. Í nevndini sita Bergfríð Næs, Rúni S. Jacobsen, Jóhann Ludvík Laksafoss og Bára Svabo Persson.

Skótalið Mikkjals á Ryggi varð stovna 3. desember 1987, men lítið virksemi hevur verið seinastu 20 árini. Men nú ætlar nýggja nevndin at taka arbeiðið upp aftur og aftur fáa gongd í skótalívið í Vága kommunu.

Er undirtøka millum børn og ung fyri skótum, er ætlanin at hava eitt tætt samstarv við virkishúsið, har børnini og tey ungu verða møtt har tey eru.

Fyri kommununa er tað gleðiligt at lív aftur kemur í skótalið Mikkjals á Ryggi. Hetta verður enn eitt tilboð til børn og ung, sum eisini passar væl til hugsjónina hjá kommununi um at skapa góðar felagsskapir fyri børn og ung. Eisini fylgir hugsjónin handa skótalív átakinum ABC fyri sálarliga heilsu um at vera virkin, vera saman og vera hugbundin, sum Vága kommuna er partur av. Skótar seta eisini ein heilt serstakan dám á ymisk tiltøk so sum flaggdagshaldi og onnur tiltøk sum kommunan skipar fyri.





25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona