Sjálvboðin viðlíkahalda Varðagøtuna

Borgarstjórin saman við sjálvbodnum til Closed for Maintenance

24-09-2021

Seinastu trý árini, hevur átakið Closed for Maintenance hjá Visit Faroe Islands givið sítt íkast til viðlíkahald av ymiskum slag úti í føroysku náttúruni. Tað er Visit Faroe Islands sum saman við kommunum og kunningarstovum, sum skipa fyri átøkum kring landið. Í Vága kommunu er tað menningarstovan Visit Vágar, sum stendur fyri samskipanini, við stuðli frá kommununi.

Arbeiðið sum verður gjørt í Vága kommunu í ár, er viðlíkahald av bygdargøtuni millum Vatnsoyrar og Miðvág. Tað eru 8 røsk útlendsk sjálvboðin úr Portugal, Kekkia, Spania, Danmark og Norra, umframt tríggir raskir føroyingar, sum í tveir dagar gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði á gøtuni, seta gonguskeltir upp og steyrar frá bygdini, fram við Hýsisá og niðan har sum gøtan byrjar. Millum annað verður vatn drenað frá gøtuni, og stór sár í lendinum eru hampaði, uttan at stór inntriv eru gjørd í náttúruna, og mest møguligt tilfar, ið longu er í økinum er brúkt. Ein flottur varði er bygdur har gøtuskelti er fest á.

Arbeitt hevur verið í tveir heilar dagar. Ímeðan sjálvbodnu gestirnir hava verið her, hava tey búð á Gamla Hotel í Miðvági, og Sámal Ravnsfjall kom á gátt og sang nakrar sangir fyri teimum í gjárkvøldið, eftir ein góðan døgurða á hotellinum.

Fyrrapartin í dag, var Bjarni Prior, borgarstjóri og heilsaði uppá arbeiðsfólkið og skoðaði verkið. Tað var eitt sindur illfýsið, men tey vóru við gott mót og drivu á at arbeiða til seinnapartin. Borgarstjórin takkaði teimum fyri stóra arbeiðið tey høvdu gjørt hesar báðar dagarnar. Gøtan eftir vørðunum verður nógv nýtt av gongufólki og fólki á hestbaki, útsýni tá komið er upp í hæddina er ótrúliga vakurt, og tí er hetta viðlíkahaldið til stóra gleði fyri okkara borgarar og gestir, helt borgarstjórin fyri, og vónaði at síggja tey aftur til Closed for Maintenance og til framhald av viðlíkahaldi av gøtuni.



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona