Samkirkjudagar 26. til 29. mai 2022

Skriftin á vegginum vóru orðini: Mené, mené, tekel, ufarsin. Og týdningurin er “at verða vigaður og funnin ov lættur”

26-05-2022

Leingi er tað, ið væl skal verða.

Síðan 2020 hava prestarnir í Vága prestagjaldi, Marjun í Kálvalíð og Inga Poulsen Dam, arbeitt við verkætlanini at skipa fyri festivalinum Samkirkjudagar, men hevur í tvey ár verið útsett vegna koronu. Hugskotið til Samkirkjudagar sprettir frá Himmelske dage, sum síðan seinast í 1960num hevur verið skipa fyri í Danmark.

Samkirkjudagar er ein festivalur við ymsum kristiligum innihaldi, og er eitt felags kristiligt átak, har Fólkakirkjan, Katólska kirkjan, fríkirkjur og samkomur luttaka.

Endamálið við festivalinum er,  at varpa ljós á kristindómin í landinum og yvirskriftin á hesum fyrsta festivalinum er “Skriftin á vegginum”.  Ætlandi verður hetta ein afturvendandi festivalur sum verður triðja hvørt ár, og skal ferðast frá oyggj til oyggj.

Marjun og Inga hava lagt eina umfevnandi og fjølbroytta skrá fyri dagarnar. Lagt verður fyri í dag, Kristi himmalsferðardag 26. mai kl. 11.00, tá Jógvan Fríðriksson, biskupur setur Samkirkjudagar við eini gudstænastu, sum verður kallað Grøn samkirkjugudstænasta. Síðan verður hildið fram við framløgum, pallborðsfundi, listaframsýning, bókaframsýning og gospelkonsert.

Næstu dagarnar verða so hópin av tiltøkum, alt frá konsertum, verksmiðjum, fyrilestrum, sjódypping og pílagrímsferð. Øll skráin kann síggjast við at klikkja her.

Fyri kommununa hevur tað sera stóran týdning, at hava so visjónerar prestar, sum Marjun og Ingu, í okkara prestagjaldi, tí hetta er eitt megnar tiltak sum tær báðar, sama við øðrum, hava sett í gongd. Festivalurin hevur okkurt á skránni fyri øll, og vit eru sera takksom fyri at tær hava vælt at byrja her í Miðvági, sum eisini hevur fostrað fleiri av navnframu føroysku sálmaskøldunum, millum aðrar Mikkjal á Ryggi og Gudmund Bruun. Hesin festivalurin verður við til at ríka okkara kirkju, samkomu og mentanarlív í kommununi.

Meira kunning um Samkirkjudagar er at finna á Facebook og heimasíðuni hjá Samkirkjudagar.


25.09.2023
Babbasa spælistova



























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona