Røðan hjá borgarstjóranum til móttøku hjá veristaðið Skáin og Dag- og umlættingartilboðið fyri børn í Vágum

JN.fo eigur myndina, fleiri myndir eru at síggja á JN.fo við at klikkja her.

29-04-2022

Góðan dagin øll somul.

Eg eri so hjartans fegin, at eg eri bjóðaður við her í dag.

Í hesum hølunum eigi eg nógv spor. Hetta er staðið, har eg lærdi til maskinsmið, og havi havt ómetaliga nógvar góðar løtur her, og vónandi fara tit somuleiðis at hava tað.

Andrea Petursdóttir, leiðari ringdi og bjóðaði mær til ein kaffimunn í samband við at Skáin og Dag- og umlættingartilboð fyri børn í Vágum eru flutt inn í hesi hølini, og eftir at hava takka játtandi fyri innbjóðingina, segði hon seg eisini vænta, at eg helt eina røðu...so her standi eg nú.

Hetta fekk meg at hugsa, hvat veit Bjarni (eg) um hetta økið, og hvat hugsar Bjarni um hetta týdningarmikla økið.

Fyrst og fremst rennur mær til hugs, allar samrøðurnar eg havi havt við borgarar, ið onkursvegna eru raktir av tí múri, ið er bygdur av okkum - landinum og kommunum.

Tá borgarar eru millum 18 og 67 ár, og sum á ein ella annan hátt hava skerdar førleikar, so er siðvenjan, at kommunan ikki er serliga áhuga í hesum borgarum, og eru tey 67 ár og eldri, so er tað landi ið ikki er serliga áhuga ið at hjálpa.

Tað skal tí vera mín áheitan til Sólvit E. Nolsø, landsstýrismann í Almennamálum, Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, meg sjálvan og býráðið, at vit eiga at vera dugnaligari at finna loysnir, loysnir ið ger tað lættari at vera borgari í hesum landinum, sum rennir seg í hendan áðurnevnda múrin.

Eg veit at hetta ikki javnvigar í stemmum í mun til arbeiðstímar, og at tað krevur nakað av okkum sum politikarar og fíggjarliga av landi og kommunum, men tað eigur ikki at steðga okkum í at royna. Og um teir báðir nikka nú, so er tað tað vit fara at gera – finna loysnir.

Ná men, hvat kennir Bjarni til hettar økið, ella hvat hugsar hann.

Tað fyrsta ið rennur mær til hugs er, tá eg hevði fyritøku sjálvur. Eg var biðin um at bjóða uppá eina minni verkætlan, sum var at byggja ein tilbygning til eini hús uppi á Traðarvegnum í Sandavági, tí eini sethús vóru seld, og vóru nú eitt sambýlið. Her var tørvur á, at innrætta eina íbúð ið var leys av sjálvum sethúsunum.

Eg bjóðaði og fekk arbeiðið. Arbeiðið í sær sjálvum er sum so líkamikið og ikki áhugavert, men tað gekk so nøkulunda. Eg arbeiddi nógvar tímar, men tjenti ikki eina krónu tá alt kom til alt. Men har kom eg at kenna ein mann.

Hesin maðurin var ógvuliga áhugaður í arbeiðinum hjá mær, og at eg arbeiddi so skjótt sum gjørligt. Hann hevði ein tørv og hann hevði ikki tíð at bíða.

Hann gleddi seg so ómetaliga nógv at sleppa at búgva fyri seg sjálvan, tí sum hann plagdi at siga ”so sleppi eg at larma sum eg vil”.

Seinni havi eg sæð týdningin av hesum, og hesin borgarin er í dag "Sandavágsmaður".

Vit tosa javnan tá vit hittast, og altíð leggur hann dent á, hvussu glaður hann er fyri sína íbúð og hvussu stóran týdning hon hevur fyri hann.

Felags fyri báðar stovnar, sum móttøka er fyri í dag, er ein tørvur hjá okkara borgarum.

Tað hevur týdning fyri okkum øll at hava eitt trygt stað at fara og vera, og eitt stað har tryggleikin og umsorgan er í hásæti.

Á báðum stovnum hava starvsfólkini ein ómetaligan stóran týdning, og tey bera eina stóra ábyrgd.

Her er arbeiðssetningurin eitt sindur ymiskur millum hesar stovnar sum húsast her, men felags fyri teir er, at tey vilja gera ein mun fyri hvønn einstakan, ið kemur á gátt.

Vænti, at ein arbeiðsdagur hjá tykkum starvsfólkum umfatar alt frá at geva eitt klemm, til størri verkligar uppgávur, og tað setir treytir til tykkara virðir og eginleikar sum menniskju, menniskja tokki, nærleika, fakligar førleikar og vitan. Tykkum eru vit sera takksom fyri!

Eg fari at takka fyri meg, við at endurgeva nøkur orð hjá amerikanska løgfrøðinginum og politikaranum Robert Ingersoll.

“We rise by lifting others”, við at hjálpa øðrum vaksa vit sjálvi.

Takk fyri

 

 




































































26.02.2022
Kókitilmæli

































17.12.2021
Minnast tit hesar?


























30.10.2021
Skattalistin 2020




20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona