Rammuavtala undirskrivað um íbúðir á Steig

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri og Andras Róin, stjóri á Bústaðir undirskrivað rammuavtalu um íbúðarbygging á Steig í Sandavági

23-12-2020

Á ársins seinasta býráðsfundi hjá Vága kommunu, varð rammuavtala viðvíkjandi íbúðarbygging í Sandavági, millum Bústaðir og Vága kommunu, samtykt.

Seinasta árið, hava samráðingar verið millum Bústaðir og Vága kommunu, um at byggja íbúðir á Steig í Sandavági. Nógv virksemi hevur verið í býráðnum og í umsitingini, og er endaliga samtytk at taka av upprunatilboðnum um at byggja 5 íbúðir. 

Við at undirskriva rammuavtaluna bindir Vága kommuna seg til at rinda fyri liðugtgerð av byggibúningi av matr. nr. 4y.

Tað er West Tec í Sørvági, ið hevur staði fyri prosjekteringini av økinum. 

Tað hevur ligið í kortunum í longri tíð at Bústaðir skulu byggja íbúðir í kommununi, og gleðast vit um, at rammuavtalan nú er undirskrivað og at arbeiðið kann byrja fyrst í komandi ári.



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona