Ókeypsi familjutiltak saman við sløkkiliðnum hósdagin 1. juli

28-06-2021

Sløkkiliðið í Vága kommunu og Vága kommuna, fara saman at skipa fyri einum stórum familjutiltaki hósdagin 1. juli kl. 18.00, inni á keiini við brandstøðina.

Alt sløkkiliði verður við í tiltakinum og vísa bilarnar fram. Harafturat verður skipa fyri eini stafett kapping fyri alla familjuna, børn og vaksin - barnsligar sálir, har ymiskar uppgávur har vatn og skúm verður brúkt, skulu loysast. Besti bólkurin vinnur eitt gávukort. Børnini (og tey vaksnu ) fara at fáa karm, so tað ræður um at vera í regnklæðum og gummistivlum, ella hava skiftiklæðir við. 

Ein stórt umráði verður hegnað av og fylt við skúmi at sparka bólt í, Hans Ravnsfjall fer at syngja barnasangir og vit fara at grilla pylsur, og bjóða eisini kaffi til tey vaksnu.

Økið fram við brandstøðini verður songt fyri ferðslu ímeðan tiltakið verður. Góðir parkerings møguleikar eru á keiini.

Sløkkiliðið hevur stóran týdning fyri kommununa, og tað hevur eisini týdning at børn síggja og læra um sløkkiliðið ímeðan tey hugna sær.

 

 





25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona