Nýtt, og burðardygt graslíki á vøllirnar hjá Vága kommunu

Myndatekstur: Bjarni Prior, borgarstjóri og Birgir Andreasen, stjóri á Ide Møblum.

10-02-2022

Seinasta árið, eru fleiri smá átøk gjørd á umhvørvisøkinum í kommununi. Orðatakið sigur ’Mangir løkir og smáir gera stórar áir’, og við smærri átøkum á fleiri økjum, ynskir Vága kommuna, sum mest møguligt, at ganga tí grønu leiðina, serstakliga tá umvælingar og nýbyggingar í kommununi verður gjørt.

Fótbóltsvøllurin í Sandavági hevur verið í vánaligum standi í nógv ár, og hevur hetta verið ein orsøk til vantandi virksemi á vøllinum, við venjingum og spælandi børnum. Seinast graslíkið á vøllinum varð skift, var í 2011. Somuleiðis hava FIFA sparkivøllirnir allir nøkur ár á baki.

Á seinasta býráðsfundi í 2021, samtykti býráðið at fara undir at skifta graslíkið á fótbóltsvøllinum í Sandavági, umframt graslíkið á teimum trimum FIFA sparkivøllunum í Vatnsoyrum, norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági. Stórur dentur varð lagdur á, at tað skuldi vera ein umhvørvisvinarlig loysn, sum er góð fyri heilsuna og umhvørvið.

Í dag varð so sáttmáli undirskrivaður við Ide Møblar og DOMO sports grass, sum eru einastu veitararnir sum kunnu veita eina umhvørvisliga loysn til nýtt graslíki á vøllirnar hjá kommununi.

Slagið av graslíkið sum verður lagt á vøllirnar er Domo Varioslide S Pro. Tað serstaka við hesum slagnum av graslíki er, at tað er framleitt til føroysk viðurskifti. Hæddin á grasstránum er 5,5 cm, sum er væl hægri enn vanligt, og tá trýst verður lagt á graslíkið frá einum bólti ella fóti og fer av aftur, so rættir strái seg upp aftur beinanvegin. Hetta gevur teimum sum spæla á vøllinum eitt følilsi av at spæla á einum vanligum grasvølli.

Tað sum er mest umhvørvisvinarligt við at vøllirnir verða skiftir, er fyllan sum verður løgd á. Flest allir vøllir í Føroyum hava gummigranulat sum fyllu. Gummigranulat er sera dálkandi, og er ein stór orsøk til nógv mikroplast í náttúruni, og er skaðiligt bæði fyri fólk, djór og lívmargfeldið.

Men ístaðin fyri gummigranulat, verður børkur lagdur á vøllin. Børkur er fúnaður viður úr eik og hann er úr 100 prosent lívrunnum tilfari sum ikki gevur frá sær evni, sum er skaðiligt fyri heilsuna og umhvørvið.

Tað eru tvey sløg av grasstrái í graslíkinum, sum eru snúraði. Ein partur av stránum verða lagt niður fyri at halda uppá fylluna sum verður løgd á vøllin. Við tað at partur av grasstráum verður lagt niður fyri at halda børkinum, so dálkar hetta ikki umhvørvið runda um vøllin ella fer út í náttúruna. Børkur frystur ikki eins og gummigranulat, og tí verður eisini lættari at spæla á vøllinum tá frost og kavi er, sum í dag. Vøllurin er lættur at busta, og neyðugt er ikki at leggja eyka tilfar á vøllin, og tí er loysnin eisini bíligari í rakstri.

Arbeiðið at skifta graslíkið á fótbóltsvøllinum í Sandavági, og á teimum trimum FIFA vøllunum í Vatnsoyrum, norðuri á Heiðum og norðuri í Sørpum, byrjar um miðjan mai 2022, og væntandi tekur arbeiðið at skifta graslíkið umleið fjúrtan dagar. So tá summarið nærkast, kunnu børn og ung, við góðum treysti fara út á vøllirnar at spæla, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.




































































26.02.2022
Kókitilmæli

































17.12.2021
Minnast tit hesar?


























30.10.2021
Skattalistin 2020




20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona