Nýtt navn til barna- og ungdómstilboð í Vága kommunu

18-02-2022

Í samband við at Vága kommuna í næstum letur upp eitt virkishús fyri børn og ung, fara vit at hava eina navnakapping.

Lyklaorð fyri nýggja barna og ungdómstilboðið verða at tað er livandi, skapandi og fjølbroytt.

Virkishúsið verður opið hvønn gerandisdag og leygardag, við eini fjølbroyttari viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum. Virkishúsið er fyri børn og ung í aldursbólkinum frá 3. flokk til og við 17ár.

Leygardagin 5. mars kl. 14 letur nýggja barna- og ungdómstilboðið upp í nýggjum hølum í Sandavági. Men ungdómshúsið má hava eitt beinrakið navn, og tí bjóða vit øllum ungum í Vága kommunu millum 9 og 17 ár at taka lut í navnakappingini

Vinnarin fær 1.000 krónur. Einasta kravið er, at navnið skal vera lætt at siga og hóska til barna- og ungdómstilboðið.

Sendi navnauppskotið saman við frágreiðing um, hví tú heldir navnið vera hóskiligt, til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur, og merkið brævbjálvan “Navnakapping”. Navnið á luttakarunum skal ikki skrivast á navnauppskotið ella frágreiðingina, men leggjast í einum øðrum afturlatnum brævbjálva, saman við uppskoti og frágreiðing. Møguligt er eisini at lata uppskotið inn sum teldupost til vaga@vaga.fo har uppskotið er sum hjálagt skjal. Uppskotið skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. februar kl. 12.00.

Vága kommuna tilskilar sær rættin til ikki at nýta innkomnu uppskotini.

 



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona