Nú er ungdómsráð sett í Vága kommunu

Tað sita 11 ungdómar í ungdómsráðnum umboðandi ymiskar felagsskapir og ungar borgarar sum ikki hoyra til nakran fyriskipaðan felagsskap. Tey 11 eru Dagmar Djónadóttir, Pætur Akselsen, Búi Falkvard Nielsen (vantar á myndini), Durita Vón Vidfeldt, Ísak Johannesen, Emma Vilhelmsdóttir, Vígdis Wang Jacobsen, Jóhanna L. Kjelnes, Lív Ina Wiberg, Sofía Heðinsdóttir (vantar á myndini) og Markus Árnason Samuelsen. Harafturat eru Bjarni Prior, borgarstjóri og Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóri á myndini.

22-12-2022

Týsdagin møtti ein hópur av ungdómi á kommunuskrivstovuni í Sandavági. Endamálið var, at stovna eitt Ungdómsráð í Vága kommunu.

Arbeitt hevur verið við málinum í longri tíð. Tá sitandi býráð tók við, settu tey ein arbeiðsbólk at orða eitt tilmæli til býráðið um hvussu barna- og ungdómsøkið skuldi skipast í Vága kommunu. Eitt av tilmælunum hjá arbeiðsbólkinum var, at stovna eitt ungdómsráð við umboðum úr øllum teimum ymisku ítróttar-, frítíðar- og samkomufelagsskapunum, skúlanum og ungdómshúsinum í kommununi. Harafturat varð heitt á ung í kommununi um at stilla upp til ráðið, so onnur sum ikki umboða ein felagsskap somuleiðis fingu umboð í ráðnum.

Tað møttu 9 ung til fyrsta fundin hjá ráðnum. Dorthea Højgaard Dam, verkætlanarleiðari fyri børn og ung í kommununi, kunnaði tey um barnarættindarsáttmálan hjá ST, sum er samtyktur á Føroya Løgtingi, og um nýggja barna- og ungdómspolitikkin sum arbeitt verður við at orða fyri Vága kommunu. Dorthea greiddi teimum somuleiðis frá um hvørjar uppgávur og skyldur tey ungu høvdu sum umboð í ungdómsráðnum, og um týdningin av at teirra rødd verður hoyrd, eisini í tí politisku skipanini.

Ætlanin er at ungdómsráðið nakrar ferðir um árið kemur á fund við borgarstjóran og við býráðið, har tey greiða býráðnum frá um hvat rørir seg ímillum tey ungu, og hvørjar tankar tey hava um ymiskt í kommununi. Somuleiðis skulu borgarstjórin og býráðið á hesum fundum kunna tey ungu, um hvørjar ætlanir liggja í býráðnum og hvørjar framtíðarætlanir býráðið hevur, sum kunnu hava ávirkan á lívið hjá teimum. Ungdómsráðið er eisini hoyringspartur í málum sum viðkoma teimum.

Býráðið ynskir ungdómsráðnum blíðan byr við arbeiðinum og gleða seg til eitt gott og gevandi samstarv.



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona