Nú ber til at fáa 3.prik í Vágum

03-02-2022

Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið gera nú enn eitt felags átak, at bjóða øllum borgarum í Vágum sum enn ikki hava fingið 3.prik, og ynskja tað, at verða koppsett við 3.priki móti covid-19 her vestri.

Sambært hagtølunum á www.korona.fo hava heili 89% av vágafólki 12ár og eldri lagt arm til 2. prik og enn eru umleið 900 fólk sum ikki hava fingið 3.prik. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tað. Frá seinast lærdu vit, at ein orsøk til at fólk ikki vóru koppsett, var at tað lá ikki fyri at fara til Havnar, og so eru tað onnur sum ikki ynskja at móttaka 3.prik.

Men fríggjadagin 4. februar, millum kl. 15.00 og 17.00, verður møguligt at fáa 3.prik móti Covid-19 í bygdarhúsinum í Miðvági. Um onkur longu hevur fingið tíð til koppseting aðrastaðni í landinum, men ynskja heldir at verða koppsett í Vágum, so er tað sera týdningarmikið at avlýsa tí tíðina og bíleggja eina nýggja tíð. Møguligt er longu nú at bíleggja tíð á https://koppseting.corona.fo/, somuleiðis verður støkk-upp, har ikki er neyðugt at bíleggja áðrenn.

Hevur tú fyri stuttum havt koronu, skalt tú bíða við koppsetingini. Mælt verður til at fólk bíða við koppsetingini í ein mánað eftir, tey hava fingið staðfest koronu.

Inngongdin verður við hurðina oman ímóti vøllinum, og bíðirúmið aftaná koppsetingina verður í kafé’ini og gingið verður út har.

 



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona