14-12-2020
Strangar treytir eru krøktar upp í heimildina at brenna bál. Kommunan skal sambært kunngerð góðkenna øll bál á nýggjárinum.
Umsóknin má verða kommununi í hendi í seinasta lagi 23. desember kl. 12:00
Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
- At bert reinur og turrur viður verður nýttur
- At veðrið er til vildar
- At brenningin ikki er til ampa fyri grannalagið
- At brent ikki verður á parkeringsøki ella vegi, eins og øðrum asfalteraðum økjum
- At økið verður ruddað skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir. Um kommunan má rudda up peftir bálið, verður hetta gjørt fyri loyvishavarans rokning
- At tygum, sum ábyrgdarpersónur verða uppskrivaður hjá kommununi/brunaumsjónarmanninum
- mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella køling, skuldu brunaskaðar komið fyri.
Sera umráðandi er, at fýrverk ikki verður tveitt í bálið.
Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.
Vegleiðing
Brenning á báli ella eldstaði (Umhvørvisstovan)