Miðbýarætlan fyri Sandavág

13-12-2020

Arbeitt hevur verið við at gera eina serstaka byggisamtykt fyri økið niðri á Neystum í Sandavági. Ætlanin er, í mest møguligan mun, at varðveita dámin í økinum sum neystaøki, tó eisini við atliti til, hvussu økið verður nýtt í dag.

Málið hevur verið fyri á nevndarfundum og býráðsfundi. Eftir áheitan frá býráðnum, hevur borgarstjórin biðið Albert Isfeld arkitekt gera eitt uppskot um, hvussu økið niðri á Neystum og á Sondum kann gagnnýtast.

Ætlanin var, at hava borgarafund har uppskotið varð lagt fram, men vegna støðuni við COVID-19, hevur kommunan valgt at skriva eina kunning um málið og leggja tað til hoyringar á heimasíðuni.

Tankarnir hjá Albert Isfeld handan uppskotið

Sandavágur er gomul bygd og stavar frá víkingatíðini, og sum vit síggja á rúnasteininum, sum er funnin í Eingjartoftum í 1917 millum býlingarnar Sandur og Steig stendur: Torkil Onundarson eystmaður av Rogalandi bygdi henda stað fyrst. Mett verður, at steinurin er frá umleið ár 1200. Rúnasteinurin stendur nú í Sandavágs kirkju, og hevur seinni fingið navnið Sandavágssteinurin.

Bygdin er gomul løgmannsbygd og hevur verið løgmannssetur við 17 løgmonnum við setrinum sum oftast á Steigargarði.

Onki er at ivast í, at hetta hevur ført við sær eitt mentanarligt “lift” í bygdini og vit hava so fragar mentamenn sum faðirin at føroyska málinum V.U. Hammershaimb – honum reistu teir minnisvarða á Steig í 1919.

Sum gomul kirkjubygd er onki at ivast í, at kirkjur hava verið í katólsku tíðini. Søgan sigur frá í skrivligum keldum, at seks kirkjur hava verið í bygdini. Kirkjan, sum Magnus á Kamarinum teknaði, stendur sum eitt prýði á økinum.

Vinnulívið her á staðnum hevur trivist væl, og hevur givið avkast til bygdina, so hon er av vakrastu bygdum í Føroyum.

Eitt skifti vóru 20 skip heimahoyrandi her. Neystini og teir nógvu vinnulívsskúrðarnir á Sondum eru sporini, vinnulívið hevur sett og stendur sum varði um eina farna tíð. Saman á hesum stað eru hesi hús og neyst nakað heilt serligt, og kunnu fatast sum ein býlingur fyri seg og verdur at varðveita.

Uppskotið er grundgivið við ”at tað hevur siðsøguligt virði at varðveita og byggja upp aftur (m.a. neyst) á økinum. Dentur verður í uppskotinum lagdur á, at økið liggur í sama umhvørvið sum Sandavágs kirkja, og at hetta umhvørvið eigur at verða sæð sum ein heild í serstakari byggisamtykt.”

Endamálið er at samsjóva tað verandi bygdaumhvørvið við endurbygging og nýbygging. Gera torg og gøtur at samanknýta verðandi og komandi. Innrætta torg og bygging til at kunna rúma fleiri aktivitetum sum smáar íbúðir og neyst, eins og pláss eigur at verða fyri smáum handlum, felgshúsi ella hølum kring eitt torg.

Fríðkan av torgi og umhvørvinum annars verður við gróti, steinseting og flag á tekjum, og roknað er eisini við nýmótans byggisniði eins og onkrum nýmótans til skreyt, verður nýtt á hóskandi støðum.

Í tí samlaðu bygdamyndini skal hesin býarparturin taka seg væl út og verða samlandi visuelt og funktionelt.

Tað er av avgerandi týdningi at býlingurin fæst at liva í samklangi við verandi bygdalívið og skal vera fjálgt við steinatúni, flagtekjum og tjøraðum timburveggjum, eins og gomlu býlingarnir, men tó við sniði samsvarandi okkara tíð.

Torgið, og kring hús og onnur pláss, eru at roknað við planting av trøum og runnum til at gera umhvørvið blíðari og lýggjari. Eisini skal bera til at sambandi við smáu íbúarhúsini at gera køksurtagarðar eins og teir man sá úti á Reyni í Havn í gomlum døgum, og sum farvegur er eftir í dag.

Á torginum er hugsað, at tiltøk s.s jólatræshald, nýttárshald, páskir, grækarismessa, flaggdagshald og bygdastevnur v.m kunnu verða hildin.

Upphitingin eigur at verða við sjó- og/ella jarðhita, og annars eiga øll umhvørvisatlit verða tikin.

Uppskotið kann síggjast her.

Kommunan ynskir at hoyra frá borgarum um hvat tit halda. Viðmerkingar kunnu gerast niðanfyri ella við at senda teldupost til vaga@vaga.fo.

Rís og rós
20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár








































30.07.2021
Góði Sverri










03.07.2021
Kunngerð















03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir





































17.12.2020
Tálgaverk








01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona