Lisitiatión 2. byggistig av Giljanes skúla

11-10-2021

Seinnapartin fríggjadagin, tann 8. oktober, var lisitatión á kommunuskrivstovuni í Sandavági.

Í august varð 2. byggistig av útbyggingini av Skúlanum á Giljanesi boðið út.

2. byggistig rúmar nýggjum fakhølum til m.a. tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði/náttúrutøkni og alis-/evnafrøði. Víðkaðir karmar verð til heimastovur og felagsøkir. Harumframt verða broytingar gjørdar í 1.byggistigið, sum betra um møguleikan fyri serundirvísing, umframt at umstøðurnar hjá lærarum og heilsustarvsfólki eisini verða broytt og betra.

Arbeiðið sum boðið varð út, var høvuðsarbeiðstøka. Talan var um almenna lisitatión, sambært Løgtingslóg um útbjóðing v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 6. mai 2016.

Tað komu 4 tilboð inn. Nógv fólk var komið saman á kommunuskrivstovuni, har Albert Ellefsen, formaður í bygginevndini fyri 2. byggistig, lat tilboðini upp.

Articon átti lægsta tilboðiði á 34.836.106,00. Síðan kom Búsetur á 37.581.102,00, J&K Petersen á 39.712.122,00, men við einum fyrivarni um prísin á byggitilfari og tilboðið hjá MT Højgaard var á 39.833.959,21.

Kostnaðarmetingin ljóðaði uppá 33.656.723,00.



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona