Leiðari fyri barnaverndartænastuna í Vágum settur

10-09-2021

Barnaverndartænastan í Vágum hevur fingið nýggjan leiðara í fast starv. Eftir longri tíð við fyribils settum leiðara, er Karin Joensen úr Miðvági sett sum leiðari fyri BVT í Vágum. Karin er útbúgvin sosialráðgevi og hevur fjølbroyttar royndir frá størvum sum hava við børn og ung at gera. Karin byrjar í starvinum 1. oktober.

Endamálið hjá BVT er millum annað, at veita barninum tryggleika á tann hátt, at barnið kann venda sær til barnaverndartænastuna við sínum trupulleikum, uttan at hetta verður fráboðað foreldrum ella verja.

Barnaverndartænastan skal í størstan mun stremba eftir at fáa samstarv í lag við tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, um at seta fyribyrgjandi fyriskipanir í verk.

Barnaverndartænastan skal skipa fyri tvørfakligum samstarvi ímillum teir fakbólkar, sum starvast við børnum í barnaverndarøkjunum, undir hesum sosialráðgevarar, heilsusystrar, læknar, lærarar, sálarfrøðingar og námsfrøðingar.

Sørvágs og Vága kommunur reka felags barnaverndartænastu sambært lóg um barnavernd. Barnaverndarumsitingin er skipað sum sjálvstøðug eind við leiðara, ið hevur ábyrgd av fakligu, starvsfólkligu og umsitingarligu leiðsluni. Leiðarin vísir til formannin í samstarvsnevndini fyri Barnaverndartænastuna og hevur starvsstað í Vága kommunu.


25.09.2023
Babbasa spælistova



























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona