Kunning til foreldur at børnum á dagstovni ella í frítíðarskúla í Vága kommunu

12-03-2020

Landsstýrið hevur fráboðað at tiltøk verða sett í verk til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri útbreiðslu av coronasmittu í Føroyum. Í hesum sambandi hevur Vága kommuna gjørt av, at dagstovnarnir og frítíðarskúlin í Vága kommunu verða stongdir frá mánadegnum 16.03.2020 í fyribils 14 dagar.

Fyri at tryggja, at foreldur, sum starvast í kritiskum funktiónum í t.d. heilsuverkinum, almannaverkinum ella við undirstøðukervinum, kunnu sleppa til arbeiðis, hevur leiðslan í Vága kommunu avgjørt at stovna eitt bráfeingis ansingartilboð, sum fer at halda til í Miðgarði í Miðvági. Bráfeingis ansingartilboðið er bert til tey foreldur, sum ikki hava aðrar møguleikar at finna ansing til síni børn, og sum hoyra til bólkin, sum lýstur er omanfyri.

Foreldur, sum halda seg koma undir treytirnar fyri at kunna brúka bráfeingis ansingartilboðið, skulu, skjótast gjørligt og áðrenn kl 12:00 í morgin fríggjadagin 13.03.2020, boðað Vága kommunu frá á vaga@vaga.fo og grundgeva fyri tørvinum á bráfeingis ansing.

 

Vinaliga

Eyðdis H. Niclasen
borgarstjóri









03.07.2021
Kunngerð















03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir





































17.12.2020
Tálgaverk








01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona