Koronukanning í Vágum sunnumorgunin

05.11.2021

Hóast stórt arbeiðstrýst, kemur sjúkrahúsverkið vestur aftur sunnumorgunin at kanna fyri koronu, og tað eru vit sera takksom fyri, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Sunnumorgunin 7. november frá kl. 9.30 til kl. 12.00 verða koronukanningar gjørdar í Vágum.

Brandstøðin inni á kei’ini verður karmur um kanningina. Omankoyring til keiøkið verður frá Giljanesi og frákoyring verður móti Miðvági. Stongt verður fyri frákoyring niðan eftir Hillingatanga (kovabrekkuni) og omankoyring frá Miðvági.

Tíð til kanning kann bíleggjast á www.korona.fo