Kommunan móttók gávu frá Hergeir á Mýrini

Bjarni Prior, borgarstjóri og Hergeir á Mýrini, listamaður

12.08.2021

Í juli mánað, hevur Hergeir á Mýrini havt listaframsýning í vindeygunum í Haraldsstovuhandilinum í Sandavági. Hergeir er sandavágsmaður og listamaður. Hann hevur búð í Íslandi í nógv ár. Javnan, tá Hergeir er heima í Sandavági og vitjar, hevur hann havt listaframsýning í heimbygdini. 

Áðrenn leiðin gekk aftur til Íslands, var Hergeir framvið á kommunuskrivstovuni og handaði Bjarna Prior, borgarstjóra ein málning.

Málningurin er ein vatnlitsmálningur og myndaevnið er Giljnesskúli í 1965, við Prestlandi, Streymoynni og so Koltur í bakgrundini.