Í dag vitjar Hennara Hátign Drotningin í Vága kommunu

17-07-2021

Skráin fyri vitjanina byrjar kl. 15.20 í Vatnsoyrum. Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og frú Heidi Prior taka ímóti H. H. Drotningini uttanfyri Zarepta. Ester Vang, oldurabbadóttur Martin Nielsen (stóra Martin) handar H. H. Drotningini blómutyssi.

Síðan navnkennir borgarstjórin býráðið og stjóran í kommununi í hesum rað:

  • Albert Ó. Ellefsen varaborgarstjóri 
  • Jóanis Albert Nielsen
  • Rósa Samuelsen
  • Dagbjørn Hansen
  • Tórdis Eleina Dam Johannesen 
  • Sólfríð Fjallsbak
  • Herborg Heidiardóttir Gaardlykke 
  • Ásla Leila B. Johansen
  • Jónhard Selfoss
  • Jóhan Hendrik Ellefsen kommunustjóri

Borgarstjórin navnkennir síðan borgarstjóran í grannakommununi Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard.

Spákað verður niðan gjøgnum garðin, har borgarstjórin navnkennir leiðsluna í Zarepta, Jákup N. Olsen og frú Dorrit Olsen.

Kiara av Rana, langabbabarn Brynleif Hansen, handar H. H. Drotningini blómutyssi. 

Uttanfyri heldur Jákup N. Olsen røðu, og síðan syngur barnakór, sum John Færø stjórnar. Fari verður sína innar í matarhøllina har sagt  verður frá søguni og virkseminum í Zarepta. Skipað er fyri samrøðu við børn, sum siga frá upplivingum sínum í Zarepta, og við Elsu Djurhuus, einkjuna eftir Brynleif Hansen. Saman stovnaðu tey Zarepta. 

Vitjanin endar við rundvísing, og H. H. Drotningin fær sum gávu eina tekning frá Heina Mørkøre, sum er gjørd í Zarepta í summar.

Í dag vitjar Hennara Hátign Drotningin í Vága kommunu

Á síni vitjan í Føroyum í 1959, sum krúnprinsessa, var H. H. Drotningin á Gamla Hotel - Magenta í Miðvági, saman við foreldrunum og systrunum. Borgarstjórin verður vertur fyri døgurða fyri innbodnum á Gamla Hotel - Magenta kl. 19.00.  

Bjarni Prior, borgarstjóri og frú Heidi Prior taka ímóti H. H. Drotningini. Kvinnukórið Fljóðljóð syngur uttanfyri, tá ið komið verður. Borgarstjórin navnkennir Marit Jóhansdóttir, ið eigur hotellið, og bróðurin Napoleon Magnussen. Undir døgurðanum heldur borgarstjórin røðu og handar H. H. Drotningini gávu. Greta Svabo Bech framførir nakrar sangir. Døgurðin endar kl. 21.15.

Á vitjanini í 1959 var millum annað fari út á svalan, har Kongur við familju heilsaði uppá stóru fólkamongdina sum var komið saman. 

Aftaná døgurðan kl. 21.15, fer H. H. Drotningin út á svalan at heilsa uppá tey sum møta upp. Skipað verður soleiðis fyri, at ein felagssangur verður sungin fyri H. H. Drotningini, áðrenn borgarstjórin fylgir H. H. Drotningini aftur til bilin og takkar fyri vitjanina. Mint verður á almennu tilmælini um frástøðu.





25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona