Í dag varð 2.byggistig av Skúlanum á Giljanesi avhendað til kommununa

Frá vinstru: Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri og formaður í bygginevndini, Esben Jacobsen, ArtiCon, Kem Weihe, ArtiCon, Sunnvard Andreassen, ArtiCon, Jóhan Sørensen, ArtiCon, Jón Eli Jacobsen, SMJ, Bjarni Justinussen, SNA, Jón Koytu Peteresen, LBF

20-07-2023

Hesin seinni parturin av nýggja skúlanum á Giljanesi umfatar, umframt vanligar skúlastovur, eisini serhøli til tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði/náttúrutøkni og alis-/evnafrøði, harumframt er smíðstovan dagførd. Lærararnir hava fingið nýtt uppihaldsrúm, og uppstiging er gjørd av stovum til førleika menning, umframt at heilsusystrarnar fáa betri umstøður. 

Av tí at Bjarni Prior, borgarstjóri, er í summarfrí, var tað Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri og formaður í bygginevndini, sum undirskrivaði avhendingarskjalið vegna Vága kommunu. Hann fegnaðist um byggingina, har starvsfólkið á skúlanum hava fingið øll síni ynski uppfylt og har tíðarætlan og kostnaðarmeting hava hildið.  

Nakrir snøklar eru eftir at gera. Seinkingar hava verið í veitingini av innbúgvi, men væntandi verður alt leyst innbúgv klárt áðrenn skúlaársbyrjan, meðan innbúgv til serhølir er seinkað. Eftir stendur eisini, at skipa økið uttan um bygningin av nýggjum, við eitt nú fríøki og lítlum vølli, hetta arbeiðið verður væntandi gjørt tá ið farið verður í heystferiu.

Arbeiðstakarin Articon fegnast um, at tað hevur eydnast at fremja arbeiðið til tíðina, og hevur alt gott at bera samstarvinum, serliga tí tolsemi sum er víst frá teimum sum hava verið í skúlanum. Undirveitararnir hjá Articon hava verið p/f Thorfinn Nielsen sum hevur staðið fyri EL arbeiðinum, p/f Maria Poulsen hevur staðið fyri HVS og luftreinsan, Takplan havur staðið fyri takálegging, Gólvfix hevur gjørt gólvarbeiði, og málaraarbeiðið hevur Signar á Fríðufløtu staðið fyri.

Ráðgevaratoymið hevur verið SNA arkitektar, sum hevur verið høvuðsráðgevi og havt um hendi arkitektapartin, LBF sum hevur havt um hendi lendisarbeiðið, konstruksjónir og EL, ímeðan SMJ hevur havt ábyrgdina av HVS og luftreinsan. Tað er felagið Ráð, sum hevur staðið fyri byggileiðsluni.

Farið verður nú undir at listprýða hendan nýggja partin av skúlanum í vikuskiftininum. Tað eru listakvinnurnar Jana Jonhardsdóttir og Annika á Lofti, sum fara at listprýða hendan partin av skúlanum.

Sunnvard Andreasen frá ArtiCon og Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri

Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri og Bjarni Justinussen frá SNA.














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona