Hjartans tøkk til ungdómin í Vága kommunu

Skúlin á Giljanesi hevur tikið nógvar góðar myndir, sum kunnu síggjast við at klikkja á her.

16-09-2022

Hesa vikuna, hevur nógv fokus verið á strandarudding, sum felagsskapurin Rudda Føroyar skipar fyri. Í Vága kommunu fóru næmingar í skúlanum á Giljanesi út týsmorgunin at rudda í kommununi. 1. og 2. flokkur ruddaðu sandin í Miðvági og økið rundan um bygdaskúlan, vøllin, frítíðarskúlan og út á Bakka í Miðvági. Í Sandavági fóru 3. og 4. flokkur oman á sandin at rudda, umframt økið rundan um kirkjuna, økið fram við ánni og fram við høvuðsvegnum inni í bygdini. Næmingar í 6. flokki ruddaðu omanfyri og niðanfyri vegin millum Sandavág og Miðvág, og fram við høvuðsvegnum gjøgnum Miðvág.

Starvsfólk hjá kommununi samlaðu ruskið saman sum børnini høvdu rudda og tóku tað við sær inn á umhvørvisplássið inni á keiini. Tilsamans høvdu børnini heinta 162 kg av ruski.

Áðrenn ruskið varð burturbeint av starvsfólkunum á umhvørvisøkinum, komu næmingar úr 8, 9 og 10 flokki mikumorgunin inn á umhvørvisplássið at skilja og flokka burturkastið. Har var alt frá vanligum húsarhaldsrusk, jarni, plasti, tirv og annað burturkast. Tilsamans hava 200 næmingar luttikið í ruddingini og at skilja burturkastið hesar báðar dagarnar.

Sum borgarstjóri, er tað ein stór fragd at síggja hvussu røsk børn og raskan ungdóm vit eiga. Tey ganga so høgt uppí umhvørvið og vísa áhuga í at halda kommununa reina. Tað er nakað vit eldru kunnu læra nakað av.

Børnini og tey ungu, sum saman við starvsfólki og lærarum á skúlanum, og starvsfólkum hjá kommununi, hava staðið fyri átakinum, skulu hava eina hjartans tøkk frá okkum fyri at varpa ljós á týdningin av at halda umhvørvið í kommununi reint.

Gott vikuskifti!

Bjarni Prior, borgarstjóri














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona