Heyst heilsan frá borgarstjóranum

30.09.2020

Árið higartil í ár hevur verið serstakt. Tað byrjaði væl við útlitum um eitt spennandi ár við framhaldandi fíggjarligum vøkstri, vaksandi ferðavinnu og gleðini at hittast til gaman við Húsagongd, Vestanstevnu, Seinsummardegi, Føroya vakrasta hálvmaraton og øðrum góðum tiltøkum, sum vit kenna tey. Men sum vit øll vita, so broyttist alt hetta á Grækarismessu. Vit vóru biðin um, ikki at hittast í stórum bólkum, halda frástøðu og helst halda okkum heima sum mest.

Hóast alt hetta skuldi arbeiðið í kommununi halda fram. Borgarstjórin gjørdi av at senda eina heilsan við kunning um, hvussu støðan í kommununi var, hvørji arbeiði vóru í gongd og hvør ætlanin fyri árið var.

Í hesi heilsanini taka vit samanum við eini dagføring av, hvussu hevur hilnast og hvørjar ætlanir eru fyri restina av árinum og hesum valskeiðinum.

Arbeiðir, sum eru í gongd og liðug

Av arbeiðum, sum eru gjørd, kunna nevnast arbeiðið við at dýpa eina rennu niðanfyri vatnbrunnin í Vatnsoyrum, har áður hava verið trupulleikar av áarlopið, umframt at djúpar veitir við komandi miðstaðarøkið eru lokaðar. Harafturat verður arbeiðið við at gera Miðstaðarøki í Vatnsoyrum boðið út í næstum. Somuleiðis er gongd komin á at hegna, so vit fáa samtyktu vetrarfriðingina í Vatnsoyrum framda, áðrenn seyðurin kemur aftur á bøin.

Við Stóraklett í Sandavági hava trupulleikar verið av vatni. Har eru veitir grivnar, sum veita vatnið í áir og burtur frá húsunum. Spillvatnsætlanin í Sandavági, har ætlanin er at leggja kloakkirnar frá Valloyruni í Tváttá og haðani út á sjógv, er prosjekterað. Arbeiðið verður boðið út í næstum.

Á bústaðarøkinum, hevur býráðið samtykt at keypa stórt lendi til framtíðar útstykking í Sandavági. Talan er um stóran part av økinum norðanfyri vakstrarhúsið. Arbeiðið at prosjektera útstykkingina verður fyrireikað. Harafturat, hevur býráðið samtykt at skriva undir rammuavtalu við Bústaðir um ger av 7 til 9 íbúðum á Steig í Sandavági. Arbeiðið at gera serstaka byggisamtykt fyri neystaøkið á Sondum heldir fram.

Arbeitt verður við at høvuðsumvæla Gamla Skúla í Sandavági uttan. Húsini í Haraldsstovu hava fingið eina játtan til ábøtur, hetta arbeiðið er byrjað. Avtala um keyp av SÍF húsinum er gjørd og samtykt.

Býráðið hevur samtykt at umvæla bakkaverjuna á Sjóberðinum. Inni á Urð verður ein fyribils verja løgd fyri veturin. Samtykt er at fara undir prosjektering av einum grótkasti í Eyðanstovuurðini. Hetta verður lagt í fíggjarætlanina fyri 2021.

Samtykt er at byrja prosjekteringina av 2. byggistigi av Skúlanum á Giljanesi. Bíðað verður við 3. Byggistigi. Tað kann tó lætt setast í verk, tí allar innleggingar verða gjørdar til tað eisini.

Á Býráðsskrivstovuni er stórur partur av vindeygunum skift, húsið er málað og nýtt flag er lagt á. Ivanshús eru liðugt umvæld og arbeiðið við høvuðsumvæling av Sýnini gongur væl. Samtykt er at taka málið upp um at fara undir umvæling av H-bygninginum í samband við arbeiðið við fíggjarætlani fyri 2021.

Arbeiðið at leiða kloakkina av Tormansbakka út á Kumlasteinarnar er liðugt. Fyri summarsteðgin varð avgjørt at styrkja brimverjuna móti fótbóltsvøllinum í Miðvági. Orsøkin til avgerðina var, at gøtan, ið gongur fram við Sandinum, er so lág, at tá høg flóð og nógvur vindur er, serliga um veturin, liggur gøtan undir. Tí er vandi fyri, at gøtan er burtur aftur næsta vetur. Undir gøtuni liggur pumpuleiðingin, ið førir alt spillvatn frá norðara parti av Miðvági út í pumpubrunnin á Kumlum. Um gøtan skolar burtur, liggur pumpuleiðingin ber. Tá er stórur vandi fyri, at hon fær stóran skaða. Arbeiðið uppá brimverjuna byrjaði seint í summar og líður væl.

Arbeiðið at gera 8 grundstykkir byggibúgvin heimanfyri Skaldaveg í Miðvági gongur væl. Arbeiðið at stoypa dekk á ytra parti av Heimaru Bryggju er liðugt.

Arbeiðið at seta gøtuljós í viðarlundina í Miðvági heldur fram.

Asfaltarbeiðir

Í summar hevur asfalt toymið verið her vesturi. Tey asfalt arbeiðir, ið eru gjørd, eru Undir Stórakletti og heimari partur av Kálvalíðvegnum. Vegurin oman á kaiina við Fiskastykkið úti á Gjógv er asfalteraður. Umvælingin av Miðbrekku er liðug og brekkan er asfalterað.

Traðarvegurin í Sandavági er breiðkaður og verður tann síðsti geirin har eisini asfalteraður. Vegurin Inni á Støð í Miðvági, útstykkingin við Olivarsveg og heimasti partur av Svabosvegi verða asfalterað í næstum.

Størri umvælingar skulu gerast á norðara part av Nýggjavegi. Prosjekteringin av arbeiðinum er byrja og arbeiðið verður boðið út í næstum.

Samskipan og fyrisiting

Bygnaðurin á Havna og Umsjónarøkinum er broyttur. Ynski er um at fáa størri fokus á havnaøkið so vit betur kunnu bjóða okkum fram. Miðvágs - Sandavágs havn fær eitt handilsligt heitið sum verður Vága havn og Port of Vágar. Harvið vilja vit royna at fáa størri nyttu og inntøku á havnaøkinum.

Í hesum sambandi er Heðin Samuelsen settur burturav til at taka sær av havnaøkinum.

Navnið á havnaøkinum verður framvegis Miðvágs - Sandavágs havn.

Ragnar á Presttrøðni er settur sum nýggjur formaður fyri umsjónardeildina.

Skipað varð fyri Ung í arbeiði í summar. 26 ung úr 9. flokki, arbeiddu við ymiskum verkætlanum í 3 vikur. Tað kom nógv burturúr, tí tey ungu vóru ágrýtin og sera arbeiðssom. Í ár var á fyrsta sinni valt at seta bólkaleiðarar at taka sær av teimum ungu. Tað vóru 3 bólkaleiðarir settir. Hendan skipanin riggaði væl. Eftirmetingin segði tó, at tað kundu væl verið fleiri bólkaleiðarar, umframt at latið eigur at vera upp fyri fleiri aldursbólkum til Ung í arbeiði.

Umhvørvisvika var frá 11. til 15. juli. Lagt varð upp til felags ruddingardagar, umframt at rudda hvør í sínum lag úti í býlingunum. Plantupakki varð latin borgarunum. Sum partur av umhvørvisvikuni var ein fundur, har umboð fyri IRF var og greiddi frá um matspillu og burturkasti.

Hesin fundur var fyri mong ein aha uppliving. Millum annað varð Bokashi spannin víst fram og greitt varð frá, hvussu ómakaleyst tað er at skilja lívrunnið burturkast frá og at gera sítt egna sankutøð og mold. Kommunan valdi at bjóða øllum sínum borgarum ókeypis bokashi spann. Sigast má, at undirtøkan hevur verið serstakliga góð.

Á umhvørvisvikuni, kom hugskotið fram um at brúka tálg sum vistfrøðiligt brennievni. Hugskotið átti Sóley Kerlok, við íblástri úr Kvívík, og er hon eisini verkætlanarleiðari á átakinum, í samstarv við kommununa, sum letur útgerð og høli. Afturat sær hevur Sóley ein bólk av ágrýtnum borgarum at hjálpa sær at hagreiða og gera tálgina til vistfrøðiligt brennievni. Verkætlanin er komin væl áleiðis.

Arbeitt verður við einari nýggjari heimasíðu, ið skal gera tað skjótari og lættari at finna kunning um viðurskifti hjá kommununi. Arbeiðið at føra alt tilfarið frá gomlu heimasíðuni til ta nýggju gongur væl og verður nýggja heimasíðan skjótt almannakunngjørd.

Somuleiðis hevur verið arbeitt við at menna samskifti hjá kommununi við at framleiða meira kunning og tíðindaskriv, og at tryggja kommununi eina størri nærveru á siðbundnu- og sosialu miðlunum.

Av tiltøkum, ið hava verið í summar, hóast korona, kunnu nevnast Húsagongd/Drive-in konsert á Valloyruni, sandslotts kapping, action dagur á vágunum, strandarudding, konsert í Løgmansgarðinum, Vestanstevna og #míttvakrasta. Alt hetta gjørt av sjálvbodnum, í góðum og tøttum samstarvi við kommununa.

Vit hava í summar havt tað gleði at hava Sølva Simonarson í einum tíðaravmarkaðum starvið sum samskipara og samskiftisfólk í Vága kommunu. Arbeiðir, sum Sølvi millum annað hevur samskipa og sett í verk eru, ung í arbeiði, umhvørvisvikan og Bokashi spannirnar. Somuleiðis hevur Sølvi arbeitt við at menna samskifti hjá kommununi við at framleiða meira kunning og tíðindaskriv og at tryggja kommununi eina størri nærveru á siðbundnu- og sosialu miðlunum.

Eg fari vegna okkum á kommunuskrivstovuni at takka Sølva fyri tíðina og ynskja honum blíðan byr framyvir.

Vinaliga heilsan

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri