Hevur tú ongar posar eftir?

21.02.2022

IRF ber gráar og hvítar posar út í viku 12 og 13.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Manglar tær posar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar brúktir.

Í tí hvíta rullinum, sum verður borið út eina ferð um árið, eru 14 posar.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar posar. Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir.

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Stórt húski?

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húski. Les meira her.

Hvussu nógv kanst tú skilja við hús?

Papp og pappír Papp og pappír skal latast í hvíta posan hjá IRF. Les meira um hvíta posan her.

Konservesdósir og annað smátt jarn kann latast í jarnbingjuna á kommunala endurnýtsluplássinum

Battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskir lutir, kemikaliu og annað serliga dálkandi burturkast skal latast í reyða posan hjá IRF. Les meira um reyða posan her.

Glaskrukkur, drekkigløs og glasfløskur kunnu latast inn á flestu kommunalu endurnýtsluplássini. Les meira um skiljing av glasi her.

Klárt bleytt plast kann eisini skiljast frá húsarhaldsburturkastinum. Tú kanst lata tað bleyta plastið í kláran posa, sum verður latin niður í hvíta posan. Talan er t.d. um bløðruplast og pakkiplast frá vøruplattum, møblum og klæðum. Les meira um bleytt plast her.

Nýt ikki IRF-posarnar til annað enn ruskstativið

Um tit nýta posarnar hjá IRF til rudding, umvæling, tómar fløskur, stórar føðingardagar, skreiðing, havaburturkast og tílíkt, so røkka posarnir ikki til, og tú mást út at keypa fleiri IRF-posar.