Herd tiltøk fyri at IRF kann halda ótarnað fram

13-03-2020

Innsavningin hjá IRF er ein samfelagsberandi tænasta, sum ikki má steðga upp. Í sambandi við Coronasmittuna hava vit tí sett herd tiltøk í verk fyri at tryggja, at innsavningin av burturkasti kann halda fram so ótarnað sum gjørligt.

 

Allar IRF-støðir avbyrgdar

  • IRF tekur ímóti burturkasti sum vanligt, men eingin vitjandi sleppa inn á støðirnar hjá IRF. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at okkara starvsfólk verða smittaði. 

 

Hvør bilur hjá IRF er ein avbyrgd eind

  • Hvør bilur hjá IRF er ein avbyrgd eind, og fólkið í bilunum skal hava minst møguligt persónligt samband við onnur í arbeiðstíðini.

 

Alt samskiftið umvegis tlf og teldu

  • Alt samskiftið millum starvsfólkið hjá IRF og onnur skal vera umvegis tlf ella teldu. Vit heita á borgarar og viðskiftafólk um ikki at seta seg persónligt í samband við starvsfólki hjá IRF, tá tey eru til arbeiðis. Eisini heita vit á viðskiftafólk okkara um í størsta mun at brúka bíleggingartænastuna á www.irf.fo.

 

Leiðsla, fyrisiting og koyrideild arbeiða heimanifrá

  • Starvsfólkini í leiðsluni, fyrisitingini og koyrideildini arbeiða heimanifrá.

 

Eingin ferðing og bert talgildir fundir

  • Øll ferðing í arbeiðsørindum er avlýst, og alt fundarvirksemi er avlýst, útsett ella verður avgreitt talgilt.

 

Serhøllin fyribils stongd

  • Serhøllin er fyribils stongd til 30. mars, og sostatt verður eingin innsavning og hagreiðing av serburturkasti í hesum tíðarskeiðinum. Serburturkast umfatar umfatar elektronikk, køli- og frystiskáp og serliga dálkandi burturkast.













01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona