Heilsufótbóltur fyri 60+

28-04-2023

Í samstarvi við Klaksvíkar kommunu og Fróðskaparsetur Føroya varð í heyst skipað fyri einari granskingarverkætlan við heilsufótbólti 60+. Verkætlanin eydnaðist væl, og hevur FSF í hesum sambandi samskift við aðrar kommunur um líknandi tilboð fyri borgarar í 60+ aldursbólkinum. 

Tí verður fegnast um, at bæði Sørvágs kommuna og Vága kommuna nú fara undir at bjóða heilsufótbólt fyri hendan aldursbólkin. Í farnu viku skipaði Fróðskaparsetur Føroya fyri skeiði fyri teimum, sum koma at standa fyri venjingunum, og nú er klárt hjá luttakarum at melda til. 

– Eg eri sera glaður um, at vit nú kunnu bjóða okkara 60+ borgarum hetta tilboð. Eftir at hava fylgt við á síðulinjuni, hvussu hetta heilsuátak hevur riggað hjá Klaksvíkar kommunu, valdu vit eisini at bjóða tað út sum liður í ABC fyri sálarligari heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, ið vit eru partur av, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu. 

Kommunurnar í Vágum samstarva um heilsufótbóltin og hava savnað eitt toymið við fimm persónum, ið koma at hava ábyrgdina av venjingunum. Vant verður tó í tveimum ymiskum bólkum, ið koma at venja í Vága kommunu og Sørvágs kommunu. Fyri fyrst verður vant í 9 vikur (fram til 30. juni 2023), og um undirtøkan er góð, er ætlanin at byrja aftur í august mánað. 

Eisini í Sørvági eru tey til reiðar at fara undir heilsfótbólt.  

– Vit eru sera spent at byrja hetta tilboð, og vóna sjálvandi at okkara borgarar taka væl ímóti hesum, sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri. 

Venjingartíðir og tilmelding 

Kunningarfundur fyri øll tilmeldaði verður á Dungasandi í Sørvági mikudagin 3. mai klokkan 16:30. Í samband við kunningarfundin verður eisini møguleiki at fáa gjørt eina heilsukanning. 

Vága kommuna 

Venjingartíðir 

Týsdag kl. 16:30 – 17:30 í Miðvági
Fríggjadagin kl. 16:30 – 17:30 í Sandavági 

Tilmelding fer fram við at klikkja HER
  

Sørvágs kommuna 

Venjingartíðir 

Mánadag kl. 16:30 – 17:30 á Dungasandi í Sørvági 

Mikudag kl. 16:30 – 17:30 á Dungasandi í Sørvági 

Tilmelding fer fram við at klikkja HER

Hvat er heilsufótbóltur 

Heilsufótbóltur er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men hevur áður ikki verið beinleiðis málrættaður til hendan aldursbólkin. Tað, sum eyðkennir heilsufótbólt er, at spælt verður á smærri økjum og í minni bólkum. Tað er sostatt ein øðrvísi háttur at spæla fótbólt, og leggur veruliga upp til, at øll kunnu vera við – roynd, sum óroynd.



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona