Gudmundargøta

Myndatekstur: Dánial Johansen, Lutherus Meinhartsson, Tórhallur Johansen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Sigtór A. Petersen og Jóhan Hendrik Ellefsen

01-12-2020

Arbeiðið at útstykkja 8 nýggj grundstykkir eystanfyri Skaldaveg í Miðvági er liðugt. Tað var 25. mai í ár at Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri setti fyrsta spakan í og gró flagið av. Tað er Sp/f Deskon við Dánial Johansen ið hevur staðið fyri arbeiðinum at gera grundstykkini byggibúgvin og J&K Petersen hava verið undirveitarar.

Arbeiðið hevur gingið væl og í gjár var ástaðarfundur og økið varð handað kommununi. Tað nýggja við hesi útstykking er, at vegurin, kantsteinar og lyktapelar eru gjørd liðug. Nógv orka er somuleiðs løgd í, at kloakk og spillvatns leiðingar eru gjørdar, at klárt er at fara undir at gera fleiri grundstykkir.

Útstykkingin á Heiðatrøðni er partur av størri útstykkingarætlan fyri økið og eru hesi tey fyrstu 8 av 50 grundstykkjum. Tað sum er serstakt við hesum nýggja býlinginum er, at hann verður bundin saman við gøtum og fríøki, og verður tryggur hjá børnum at ferðast á og at spæla millum húsini.

Tað er siðvenja, at vegirnir norðuri á Heiðum hava nøvn eftir skøldum ættað úr Miðvági. Hendan nýggja gøtan fær navnið Gudmundargøta eftir skaldið og próst Gudmund Bruun, føddur í Jansagerði í Miðvági 18. august 1891. 

Útsýnið frá Gudmundargøtu





25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona