Grundøkir í Sandavági til sølu til íbúðarbygging

13-01-2023

Vága kommuna ynskir at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, tí eru tvey øki av matr. nr. 133k, Sandavágur, boðin til sølu til íbúðarbygging.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Tað er ein treyt, at tað er eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini. Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, og at atlit verður tikið til umhvørvið og útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í lendið.

Øki 1 er 1.300 m2 og øki 2 er 2.000 m2.

Bjóðast kann uppá økini hvør sær ella undir einum. Prísurin er kr. 200,- fyri fermeturin. Økið liggur við innkomuvegin til bústaðarøkið Sarpar í Sandavági, við góðum útsýni yvir bygdina og út á fjørðin.

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Kommunan hevur ikki skyldu at taka av nøkrum boði.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo.  

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar.

Tey, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Freistin at lata inn skrivlig boð er fríggjadagin 20. januar 2023 kl. 12:00.

 










24.12.2022
Gleðilig jól
























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld

















































































26.02.2022
Kókitilmæli
































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona