Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár

03-01-2022

Kunning frá IRF: Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum.

Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.

Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.

Hvussu skal fýrverk beinast burtur?

Fýrverk verður beint burtur á rættan hátt við at lata tað inn til eitt mannað endurnýtslupláss, har tað verður heintað av IRF. Finn endurnýtslupláss og upplatingartíðir her.

Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið.

Um størri nøgdir av fýrverki skulu beinast burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF á 414243 fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona