Góði Sverri

30-07-2021

Tað er ringt at seta seg í tína støðu, tí tað eru fá í heiminum ið hava hegni og vilja at koma í ta støðu, at rógva eina finalu í OL.

At tað ikki lukkaðist at uppnáða tí málið tú hevði sett tær, tað harmast vit um.

Men eitt skal man ikki gloyma, tú savnaði eina heila bygd, kommunu, oyggj og tjóð, sum øll er ótrúliga errin av tær og øllum tínum stóru avrikum. 

Tað var ein deilig kensla at hoyra øll sum vóru komin saman, og viðurkennandi klappa fyri tær tá róðurin var lokin, tí øll vistu at tú gav tað tú hevði. 

Eisini vilja vit takka Miðvágs róðrarfelag fyri at skipa eitt fyrimyndarligt kvøld, har stoltleikin lýsti úr teimum øllum ið hava rigga til. 

Um tøkini framyvir verða í single sculler, ella annað á lívsins leið, so vilja vit ynskja tær alt tað besta. 

Vegna Vága kommunu

Bjarni Prior

borgarstjóri





25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona