Gleimur yvirtekur raksturin av bygdarhúsinum

22-06-2023

Í 80’unum var tað áhugafelag Gleimur í Miðvági sum bygdi bygdarhúsið og stóðu tey fyri nógvum tiltøkum og ymiskum virksemi í húsinum. Húsið endaði síðan á privatum hondum, men í juni 2019 keypti kommunan bygdarhúsið aftur. Ymiskt virksemið hevur verið í húsinum seinastu árini, har tað hevur verið lánt út til felagsskapir í kommununi og leigað út til onnur, men ætlanin hevur ongantíð verið at kommunan skuldi umsita húsið.

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at endurstovna áhugafelagið Gleim og er nú ein rakstraravtala undirskrivað millum Vága kommunu og Gleim, um at tey framyvir koma at umsita húsið.

Avtalan er, at tað nú eru fólkini handan Gleim sum koma at hava alt sum er viðv. húsinum undir hond, eisini fyrispurningar og bíleggingar av leigu av húsinum. Allir fyrispurningar skulu framyvir sendast til eina av hesum teldupost adressunum: bíleggingar: bilegging.gleimur@gmail.com og ein til annað samskifti: info.gleimur@gmail.com.

Longu gjørdar avtalur við kommununa um húsini, fylgja við yvirtøkuni av húsinum, og framtíðar samskifti um hesar avtalur skal vera við Gleim.














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona