Fundur um ferðslutrygd í Vága kommunu

24-03-2023

Í samband við at ungdómsráðið var á fund við borgarstjóran í síðstu viku, har vórðu nógv ymisk evnir umrødd, millum annað ferðslutrygd!

Kommuna hevur, í eina tíð, arbeitt við at finna loysnir til at betra um ferðslutrygdina í bygdunum, og samstundis er ætlanin at endurskoða ferðslutrygdarætlanina fyri kommununa.

Í vikuni var fundur í ferðslunevndini har borgarstjórin, umboð frá teknisku deild, tvey umboð frá ungdómsráðnum og Mikkel Frandsen ferðsluráðgevi hittust.

Ymisk mál um trygd í ferðsluni vórðu umrødd, og umboðini úr ungdómsráðnum fingu møguleika at greiða frá sínum tonkum um trygdina á vegnum og um hvørjar broytingar dentur eigur at verða lagdur at fyri at bøta um ferðslutrygdina hjá teimum ungu, serliga er tað ótryggleikin tá farast skal tvørtur um høvuðsvegin ið fylti nógv hjá teimum. Tað er týdningarmikið er at vit lurta eftir teimum ið vit skulu royna at verja, tá avgerðir sum viðkoma teimum verða tiknar.

Kommuna hevur avtalað fund við Landsverk og løgregluna, har millum tað sum verður á skránni  eisini verður tað sum ungdómsráðið hevur víst á, saman við øðrum avbjóðingum vit hava av ferðsluni í kommununi hjá okkum

Vit hava uppskot til loysnir, og saman við Landsverk og løgregluni koma vit vónandi á mál.

 

 



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona