Fuglaskeltir sett upp

Mynd lánt frá Føroya Fuglafrøðifelag

03-10-2023

Fyri tíð síðan fekk Vága kommuna ein fyrispurning frá Føroya Fuglafrøðifelag, um at fáa framleitt og sett upp nøkur fuglaskelti, sum vísa hvørjir fuglar búleikast í okkara nærumhvørvi. Arbeitt hevur verið við hesi verkætlan í eina tíð við at skráseta hvørjir fuglar eru í økinum.

Síðan hevur verið eitt gott samstarv við Visit Faroe Islands um framleiðsluna, so hesi fuglaskelti fylgja sama leisti sum tey vit kenna yvir merkisverd støð, søgur og persónar, sum vit longu hava fleiri av í kommununi. Skeltini eru liðugt framleidd og sett upp við snøggum rammum, og kostnaðurin er býttur eftir krónu-fyri-krónu stuðulsjáttanini sum Visit Faroe Islands umsitur. Mett er at hesi skelti eru til gleði og gagns fyri bæði lokalar borgarar og gestir sum vitja í kommununi.

Tað eru tilsamans sett fýra skelti upp í kommununi. Tvey skelti við viðarlundirnar og tvey skelti við strendurnar í Miðvági og í Sandavági. Í samband við ABC vikuna fyri sálarliga heilsu, verður skipa fyri gongutúri við fuglaserfrøðingum, sum koma at greiða frá. Fyrsti túrurin verður hósdagin 5. oktober kl. 17.00 í Miðvági, møtt verður við trappuna til viðarlundina í miðstaðarøkinum, gingið verður síðan yvir á Tormansbakka, har skelti sum greiðir frá fugli fram við fjøruni og fjørðinum stendur. Leygardagin 7. oktober verður fuglatúrur í Sandavági, har møtt verður kl. 15.00 við inngongdina til viðarlundina/Fosshyl, og síðan gingið oman til skeltið sum stendur við sandin.














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona