Frítíðarkort til børn og ung í Vága kommunu

Mynd: Ungdómsráðið í Vága kommunu. Búi Falkvard Nielsen og Markus Svabo Samuelsen vanta á myndini.

15-06-2023

Á seinasta býráðsfundi hjá Vága kommunu fyri summarsteðgin, samtykti býráðið einmælt, at frá 1. januar 2024 verður frítíðarkort givið til børn og ung í kommununi.  Hetta er ikki eitt nýtt mál, men hevur javnan verið til viðgerðar í politisku skipanini.

Fyrr í ár, varð eitt ungdómsráð fyri Vága kommunu sett á stovn. Tey avgjørdu skjótt at seta nøkur mál á skrá sum tey ynsktu at arbeiða við. Tey hava havt fund við borgarstjóran, har tey millum annað nevndu møguleikan at kommunan átti bjóða børnum og ungum eitt frítíðarkort. Borgarstjórin heitti á ungdómsráðið, um at koma við einum tilmæli til býráðið at taka støðu til.

Ungdómsráðið hevur kannað tørvin, og er komið við einum tilmæli um, at børn og ung í kommununi hava tørv á einum frítíðarkorti at brúka til ymisk limagjøld hjá frítíðar- og ítróttarfeløgum. Tað finnast uml. 18 frítíðar- og ítróttarítriv í kommununi, og tað kann vera sera kostnaðarmikið hjá familjum, um børnini ynskja at ganga til fleiri ymisk ítriv.

- Kortið ferð at hjálpa samfelagnum við nógvum, t.d at hava ein meira sunnan og góðan lívsstíl, og at hava eitt sosialt umhvørvi og ikki minst at hjálpa tilflytarum at føla seg heima og vælkomnan í Vága kommunu, sigur ungdómsráðið.

Í tilmælinum vísir ungdómsráðið eisini á, at tað er gransking sum sigur at børn og ung røra seg ov lítið, at ov nógv tíð verður brúkt uppá at hyggja í skerm heldir enn at vera virkin í frítíðar- og ítróttarvirksemi, sum aftur ger, at børn og ung gerast minni sosial. Hesum ynskir býráðið at fyribyrgja, og málið varð lagt fyri býráðið sum tók tilmælið frá ungdómsráðnum til eftirtektar, og hevur einmælt samtykt at frítíðarkort verður sett í gildi frá 1. januar 2024.

Aldursbólkar og upphædd er ikki sett á kortið, men umsitingin fer nú at fyrireika uppskot til býráðið at taka støðu til í samband við fíggjarlógararbeiðið í heyst.














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona