Føroyskt sum annaðmál: Tað grør um gangandi fót

16-06-2022

Samstarvið millum Tórshavnar Kvøldskúla og kommunurnar í Vágum ber
ávøkst

Rørandi hátíðarløta og gleðisrómur í skúlanum í Sørvági í gjárkvøldið, tá tíggju tilflytarakvinnur í
Vágum fingu prógv handað, tí tær hava lokið annað stig í føroyskum sum annaðmál. Fyrsta stigið var lokið fyrr í hesum árinum.

Tær tíggju kvinnurnar, sum allar búgva í Vágum, eru úr sjey ymsum londum; úr Meksiko, Venesuela, Peru, Tailandi, Filipsoyggjum, Fraklandi og Serbia.

Undirvísari hevur verið Petra Olsen, og tað fekst sjón fyri søgn, at samstarvið millum luttakarar og undirvísara hevur verið avbera gott og gevandi fyri báðar partar. Ja, fyri allar partar. Flokkurin hevur ment seg til at vera ein væl samansjóða eind við góðum trivnaði, og luttkararnir hava tikið seg nógv fram í føroyskum og vildu tí vísa undirvísaranum heiður við blómum og gávum á hátíðarløtuni í gjárkvøldið.

Talan er um fyrsta flokkin í Vágum, sum hevur lokið fyrsta og annað stig, eftir at avtala varð gjørd millum Tórshavnar Kvøldskúla og kommunurnar í Vágum í september í fjør um undirvísing fyri tilflytarar.

Samstarvið er liður í eini størri heildarætlan um sameining, integratión. Endamálið er at fáa tilflytarar at trívast og kenna seg sum javnsettar partar í føroyska samfelagnum. Í hesari stremban er føroyska málið týðandi og púra avgerandi liður, og tí fegnast Kvøldskúlin um at kunna veita tilflytarum henda møguleikan at ogna sær førleikar í føroyskum, sigur Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari í Tórshavnar Kvøldskúla.

- Tað hevur stóran týdning at duga málið. Tí er tað umráðandi, at vit læra frá okkum við hollari undirvísing, men eisini tosa so nógv føroyskt sum gjørligt við tilflytararnar. Tað er vegurin fram at læra málið, sigur hann.

Føroyskt sum annaðmál er skipað í tøttum samstarvi millum Tórshavnar Kvøldskúla, Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið. Undirvísingin er skipað í trimum sigum eftir evropeiska CEFR-stiganum. Tað merkir í stuttum, at útbúgvingin er førleikamennandi og gevur atgongd til víðari lestur.


25.09.2023
Babbasa spælistova



























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona