Fiskastykkið hevur fingið MEGD lykilin

22-03-2022

Tíðindaskriv: Í vikuni fekk kaféin Fiskastykkið í Sandavági handað lykilin hjá MEGD. Við lyklinum varpar MEGD ljós á matstovur og kaféir, sum eru atkomuligar fyri fólk, ið bera brek. Um átakið skrivar MEGD soleiðis:  

“Fólk, ið bera brek, skulu sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll.” 

Fyrstu lyklarnir hjá MEGD vórðu handaðir í juli 2020, men ætlanin hevur frá byrjan verið at geva fleiri lyklar til mat- og kaffistovur so hvørt tær liva upp til tey fýra atlitini:  

  • Góð atkoma 
  • Atkoma til vesi 
  • Møguleiki fyri at fáa ovurviðkvæmis vinarligan mat 
  • Góð parkeringsviðurskifti

Á Fiskastykkinum eru tey sera glað fyri viðurkenningina frá MEGD:  

“Góð atkoma fyri øll hevur frá byrjan havt stóran týdning á Fiskastykkinum, og nú lyfta eisini er komin ímillum hæddirnar, eru hesi viðurskifti enn betri enn áður.”

Sí meira um átakið her:
https://megd.fo/news/543/fiskastykkid-fingid-lykilin...

 

 


25.09.2023
Babbasa spælistova



























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona