Fíggjarætlanin fyri 2022 hjá Vága kommunu einmælt samtykt

23-11-2021

Á býráðsfundinum hjá Vága kommunu í kvøld, varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt.

Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin verður óbroytt, ávikavist 22% og kr. 5.500,-.

Inntøkurnar hjá Vága kommunu fyri 2022 eru mettar til kr. 108.371.000,- mió. Raksturin er mettur til kr. 97.127.000,- mió. og løgujáttanin er á kr. 47.482.000,- mió.

Í síðstu viku samtykti býráðið í Vága kommunu at fara undir 2.byggistig av Skúlanum á Giljanesi. Hetta er ein stórur partur av løgujáttanini, og vísur fíggjarætlanin fyri 2022 tí eitt undirskot á kr. 35.877.000,- mió. Men hetta er ein týdningarmikil íløga í framtíðina, metur býráðið í Vága kommunu.

Harafturat eru kr. 10.000.000,- mió. avsettar til byggibúning, og lagt er upp fyri byggibúning næstu árini. Millum verkætlanirnar, ið eru í umbúna, eru útstykkingarnar norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági, umframt ein minni útstykking í Vatnsoyrum.

Íløgurnar eru stórar, men neyðugar og Vága kommuna heldir seg undir einari álíkning.

Bjarni Prior, borgarstjóri


25.09.2023
Babbasa spælistova



























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona