Ferðavinnu- og menningarætlan fyri Vágar og Mykines

16-12-2020

Á vári 2020 avgjørdi Visit Vágar í samstarvi við Vága kommunu og Sørvágs kommunu at gera eina felags ferðavinnu- og menningarætlan fyri Vágar og Mykines. Verkætlanin varð stuðlað av báðum kommunum og Visit Faroe Islands. Mikudagin 16. desembur verður hendan ætlan borin í hvørt húsarhald í Vága og Sørvágs kommunum.

Visjónin hjá kommununum og Visit Vágar er, at vit menna eina burðardygga ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og liva við. Eina ferðavinnu, sum tekur atlit til náttúru, mentan og íbúgvar. Fyri at tryggja, at ætlanin umboðar ynskini í økinum, tekur ætlanin útgangsstøði í borgaranum. Fundir hava verið í øllum bygdum við borgarar eins og umboð fyri hagarnar. Í hesum sambandi varð eisini ein fylgibólkur gjørdur við einum umboði fyri hvørja bygd og einum umboði fyri hagarnar. Oda W. Andreasen var verkætlanarleiðari fyri verkætlanina “Ferðavinnu- og menningarstrategi fyri Vágar og Mykines”.

Í tøttum samstarvi við báðar kommunurnar fer nýggi menningarleiðarin hjá Visit Vágum, Tordis K. á Rógvi Simonsen, at standa á odda fyri menningararbeiðinum, ið stendur fyri framman. Tordis hevur kandidat í altjóða ferðavinnu og hevur drúgvar royndir innan ferðavinnumenning og ferðavinnu annars, m.a. sum menningarráðgevi hjá Región Sjælland, kunningarleiðari hjá Visit Sandoy og sum vinnuferðavinnufólk hjá GreenGate Incoming. Tordis byrjaði í starvinum sum menningarleiðari tann 1. desembur 2020.

Broytingar hjá Visit Vágum

Visit Vágar fer frá at vera ein kunningarstova til at verða ein menningarstova.

Økti ferðavinnustreymurin til Føroyar, og ikki minst til Vágar og Mykines, eins og broytti tørvurin hjá teimum ferðandi hevur við sær, at Visit Vágar fer at arbeiða sum ein DMO (Destination Management Organisation). Hetta merkir m.a., at uppgávurnar hjá Visit Vágum í høvuðsheitum fara at broytast frá TIC uppgávum (TIC stendir fyri Tourist Information Centre) til fyrst og fremst at umfata DMO uppgávur. Harafturat er raksturin av Visit Vágum lagdur undir báðar kommunurnar, sum í nógv ár longu hava samstarvað um fígging av Visit Vágum, so til ber at fáa umráðandi arbeiðið at menna ferðavinnuna burðardygt í eina trygga legu.

Visit Vágar fer framhaldandi at kunna um upplivingar og tiltøk í økinum, men fer fyrst og fremst at arbeiða við menning av burðardyggari ferðavinnu, at skipa ferðavinnuna, so hon er til at liva við og av, at hjálpa veitarum í økinum við at menna góðar upplivingar og ferðavinnutilboð og at skipa fyri, at øll neyðug kunning er til staðar á heimasíðu, skeltum og/ella kunningarskermum í økinum. Harafturat fer Visit Vágar at arbeiða fyri at marknaðarføra báðar kommunurnar sum eitt ferðamál, tí ferðafólkið hugsar ikki í kommunumørkum, og tí gagnar tað mest at arbeiða við bæði marknaðarføring og menning í ferðamálum.

Meir kunning

Menningarætlanin verður at finna talgilt á heimasíðunum hjá Sørvágs kommunu, Vága kommunu og hjá Visit Vágum frá mikudegnum 16. desembur 2020.

Leinkjur

www.visitvagar.fo

www.sorvag.fo

www.vaga.fo 

Ferðavinnu- og menningarætlan kann takast niður her


25.09.2023
Babbasa spælistova



























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona