Farin at kanna ferðsluna í kommununi

08-10-2021

Saman við ATKI, er Vága kommuna farin undir eina royndarverkætlan at skráseta ferðslumynstri í Miðvági. Endamálið við skrásetingini er, at síggja hvar møguligir trupulleikar í ferðsluni eru, hvat tíð av degnum mest ferðsla er og hvussu skjótt tað verður koyrt. Eisini er møguligt at skráseta ferðamynstri hjá fólki sum ganga og eru á súkklu, og um hvørjir møguligir vandar eru á leiðini.

Eitt termiskt myndatól er sett upp við Vesturvón. Myndatólið telur ferðslu og mátar ferðina á ferðsluni. Myndatólið reagerar uppá hitan á tí sum kemur framvið myndatólinum. Myndatólið vísir ikki hvør bilurin ella fólkið er. Myndatóli skrásetur tal av bilum, um tað er bleyt ella tung ferðsla og hvussu skjótt koyrt verður.

Hettar er ein kanning, sum kann geva kommununi verulig tøl og dátur um ferðslumynstrið, har okkara børn og ungu ganga í skúla hvønn dag, og sum kann hjálpa kommununi og Landsverk at taka støðu til um hvørji átøk mugu gerast fyri at verja okkara skúlabørn. Royndarverkætlanin kemur at halda fram í umleið 4 mánaðir.

Hendan royndaverkætlanin er fyrsta av sínum slag í Føroyum, hon er GDPR góðkend og fylgir reglum hjá Dátueftirlitinum.

Komandi tíðina fara fleiri nýggj og slóðbrótandi ferðslu átøk at verða gjørd í kommununi. Avgerðini um hesi verða tikin næstu tvær vikurnar.













01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona