COVID19 – Tannlæknastovan í Sandavági tryggjar neyðuga viðgerð

18-03-2020

Heilsumyndugleikarnir hava tann 17. mars hert munandi um tiltøkini móti corona virus, soleiðis at samlaði heilsugeirin nú stendur saman og tryggjar neyðugar viðgerðir. Hetta merkir ítøkiliga at tannlæknastovur nú avlýsa alla viðgerð sum kann bíða. Átakið er fyribils galdandi til 30. juni 2020.

Átakið frá heilsumyndugleikunum er galdandi fyri allan heilsugeiran, tvs. øll løggild heilsustarvsfólk, eisini fysioterapeutar, ergoterapeutar, fótarøkt, tannrøktarar v.fl.

Hvat kann so nú gerast hjá tannlækna?

Tannlæknastovan í Sandavági hevur enn opið sum vanligt, frá 8:30 til 16 hvønn gerandisdag, og vilja vit heita á tykkum um at ringja á tlf. 33 27 26, ella skriva til okkum á ts@ts.fo – so vegleiða vit fegin.

Tað er framvegis trygt at koma til viðgerð, og allar neyðugar viðgerðir verða sjálvandi gjørdar! Vit gera framvegis alt vit eru før fyri, fyri at tryggja tykkara tannheilsu, og einans viðgerðir ið kunnu bíða verða útsettar.

Stutt ófullfíggjað yvirlit yvir, hvat kann bíða:

- Reglulig kanning

- Tannreins

- Smærri hol

- Kosmetisk viðgerð

Stutt ófullfíggjað yvirlit yvir, hvat ikki kann bíða:

- Traumur á tenn (tannskaðar)

- Tannapínur

- Bruni

- Størri hol

- Loysnaðar ella brotnar protesur, krúnur ella brýr

- Brotnir ella leysir boylar til tannrætting

Hvat við tannrætting hjá børnum?

Hevur barn tygara boyla, og skal til kontrol, tekur boylatannlæknin støðu til um kontrol kann bíða ella ikki.

Eru nøkur ivamál, so ringi endiliga inn á tlf. 33 27 26. Tannlæknarnir eru klárir at taka sær av tí neyðuga.

G.G. Hevur tú sjúkutekin, verið uttanlanda seinastu 14 dagarnar, ella verið í samband við ein ið hevur fingið staðfest smittuna, skalt tú ikki koma til tannlæknastovuna, hóast tú hevur tannapínu. Tú skalt tá seta teg í samband við tín kommunulækna.

Tannlæknastovan í Sandavági

Torkilsvegur 13

FO-360 Sandavágur

Tlf. 33 27 26

ts@ts.fo



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona