Allar avmarkingar tiknar av á barnaansingarstovnunum

24-02-2022

Seinastu tvey árini, hava regluligir fundir verið millum leiðslurnar á stovnunum í Vága kommunu og fyrisitingina í kommununi, um hvussu støðan við COVID-19 hevur skula verið handfarin.

Á fundi í dag er avgjørt, at stovnarnir aftur fara til sítt vanliga virksemi, og at seinastu korona avmarkingarnar verða tiknar av. Hetta merkir, at børn, starvsfólk og foreldur aftur kunnu hava ein vanligan gerandisdag á stovnunum. Børnini kunnu ganga millum stovur, starvsfólk kunnu fara inn á aðrar stovur at arbeiða um tørvur er á tí, og tá foreldur koma við børnum og heinta tey aftur, kunnu tey koma alla leiðina inn á stovuna hjá barninum, har møguligt er fyri einum kaffimunni og prát um hvussu dagurin hjá barninum hevur verið.

Bjarni Prior, borgarstjóri ynskir at takka leiðslunum og starvsfólkunum á stovnunum fyri teirra íkast og at tey hava víst ábygd, fyri at tryggja at stovnarnir hava kunnað virkað so væl sum gjørligt, og foreldrum fyri teirra tolsemi við støðuni, sum hevur verið seinastu tvey árini.



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona