ABC vikan í Vága kommunu

02.10.2022

Vága kommuna er samstarvspartnari í ABC fyri sálarliga heilsu. Hvønn morgun í oktobur, deila vit eitt uppslag við hugskotum úr Virkin oktober álmanakkanum, til hvat vit, hvør í sínum lagi og/ella saman kunnu gera fyri at betra um sálarheilsuna.

Í ABC vikuni frá 3. til 9. oktober verður eisini skipa fyri ymiskum tiltøkum. Vit hava heitt á stovnar og skúlan í kommununi um at leggja áherðslu á sálarheilsu hesa vikuna. Nógv av tiltøkunum eru verandi tiltøk, sum longu eru har, men ílatin ABC, og hava tey tikið væl ímóti tí og koma á sínum miðlum at deila ymiskt sum verður gjørt hvønn dag í vikuni.

Í kommununi fara vit at nýta høvi at varpa ljós á at vera virkin, at ganga túrar og royna tær ymisku bygdagøturnar. Heimasíðan www.bygdagøtur.fo, kann hjálpa at fyrireika gongutúrin eftir bygdagøtum. Heimasíðan ger tað lætt at finna ein túr, ið hóskar væl til einhvønn tørv, við greiðari kunning um torleikastig, longd, lendið og annað.

Ungdómurin í kommununi bjóðar í bindiklubb í Virkishúsinum við Ánna mánakvøldið 3. oktober, har øll, ung sum eldri eru vælkomin. Tey fara at fylgisbinda bundnaturriklæði, og tað verður Sigrid Joensen sum fer at leggja lag á. Byrjað verður kl. 19.00.

Týskvøldið verður opið hús í Virkishúsinum við Ánna har tey bjóða diskosuppu. Diskosuppa er suppa gjørd úr grønmeti, sum handlarnir annars høvdu tveitt burtur. Suppan er bæði góð fyri teg og umhvørvið.

Hóskvøldið 19.00 bjóðar ungdómurin aftur inn til eitt hugnakvøld í bygdarhúsinum í Miðvági, hesaferð er tað ein VVÁ quiz sum er á skránni. Hetta er ein góður máti at koma saman, at royna sína almennu vitan og kanska kappast millum ættarliðini ella hjálpast at. Tey ungu bjóða kaffi/te og kaku.

Fríggjakvøldið kl. 19.00 verður ein fyrilestur á Fiskastykkinum við Snorra Patursson, kostfrøðingi hjá Fólkaheilsuráðnum, um almennu kostráðini og tann góða smakkin. Sonni Zachariassen fer at bjóða nakrar brellbitar. Tað er avmarkað pláss og tí er neyðugt við tilmelding í seinasta lagi mikudagin 5. oktober. Møguligt er at tekna seg til við at fylla út formularin niðanfyri hesa greinina.

Leygarmorgunin kl. 10.00 skipar Ítróttarfelagið Frælsi fyri sínum gang og renn fyri heilsuna túrum, og er hetta tann seinasti fyriskipaði túrurin í ár. Hvønn undanfarnan leygarmorgun í hesum árinum, hava tey sum hava gingið túrar við Frælsi skrivað sítt navn á ein lepa sum ein lutaseðil, og verða allir leparnir samlaðir leygardagin og drigið verður um fleiri ymiskar góðar vinningar. Leygardagin hittast vit í bygdarhúsinum í Miðvági, har Vága kommuna er vertur fyri morgunmati.

Hvussu nógv fólk skal tú tekna til? *





.