Á ferð við undirhúsinum

13-05-2022

Seinasta vikuskifti, var Bjarni Prior, borgarstjóri boðin við á ein forkunnugan túr. Tað var undirhúsið í Miðvági, við Gardar Joensen og Oben Poulsen á odda, sum skipaðu fyri einum túri til Mykinesar.

Dagurin byrjaði við at menn møttust í undirhúsinum, og har frá varð farið við bussi út á flogvøllin. Á flogvøllinum tók Oben Poulsen, bjargari á tyrlutænastuni hjá Atlansflogi, ímóti okkum og vísti okkum runt í hangarinum. Oben greiddi frá um bjargingartyrluna og teirra arbeiði sum bjargarar, áðrenn væl uppløgdu tyrluflogskipararnir, Hans Erik Jacobsen og Anfinn Frederiksen bjóðaðu okkum umborð.

Vit fingu ein ótrúligan góðan túr vestur til Mykinesar, við einum umvegi, har tað var forkela fyri okkara undirhúsi, vit sluppu at skoða alla okkara vøkru oyggj úr erva og úr einum sjónarhorni flestir okkara ikki eru vænir við. Og teirra mongu vanligu túrar burtur í haga, sóu nú annaðleiðis út.

Vit vórðu settir av uppi á Knúki, har søgan um flogvanlukkuna í 1970 og útsýnið í góðveðrinum vóru høvuðsevni, síðan gekk leiðin oman til minnismerki har steðga varð á eina løtu. Menn gingu so oman í bygdina, Høgni á Tormansbakka fremstur. Farið var á gátt hjá Haraldi Joensen, og ein biti var góður eftir tann deiliga túrin oman, í fagrasta veðrið. Matarskráin bjóðaði uppá kjøt, rullupylsu, turran fisk, turt tvøst og spik, og so tey vistfrøðiligu eggini frá Hans Jørgensen.

Síðani var spasera yvir til tyrlupallin ímeðan greitt varð frá Mykinesbygd, og eftir ein stuttan túr inn aftur á flogvøllin, førdi Oben ferðaliðið trygt aftur til Miðvágs, ímeðan flestu okkara droymdu um sofuna og stúrdu fyri andsperri morgunin eftir.

Stóra tøkk til undirhúsið fyri at bjóða mær við á hendan einastandandi góða túrin, og takk til Gardar og Oben fyri ein sera væl fyriskipaðan túr. Serliga hugvekjandi var tað, at hava 91 ára gamla Høgna við á túrinum. Hann man vera ein tann elsti, um ikki tann elsti, ið hevur gingið av Knúki og oman í bygdina. At hann var fyrsti maður oman í bygdina, sigur helst eitt sindur um hann eisini, ella sigur tað eitt sindur um restina av fylginum.

Bjarni Prior,

borgarstjóri














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona