Vit luttaka eisini á JobMatch

Jobmatch2025

30.12.2025

Týsdagin 30. desember er árliga starvsstevnan Jobmatch og vit eru við.

Endamálið við at luttaka á Jobmatch er at varpa ljós á Vága kommunu sum seinastu árini hevur verið í einari jaligari menning. Við eini greiðari visjón um at vera framfúsin og fevnandi arbeiðir Vága kommuna miðvíst fyri at skapa eina kommunu, har fólk trívast, og har bæði verandi og nýggir borgarar kenna seg vælkomnar. Við fleiri spennandi verkætlanum er kommunan eitt fjølbroytt og mennandi stað at búgva, arbeiða og mennast í.

Bílegg eitt JobPrát við okum, ella vitja bás nr. 58 við Tjarnir. Vit eru áhugað í at hitta teg og greiða frá teimum mongu møguleikunum, sum Vága kommuna hevur at bjóða. Somuleiðis ynskja vit at hoyra frá tær, um hvørjar tankar tú hevur, og um vit kunnu finna møgulig samstørv við starvsvenjing og uppgávuskriving.

Bílegg eitt JobPrát ella støkk inn á gólvið á bás 58. Vit síggjast!