Vit kanna fyri korona á Giljanesi leygardagin 30. oktober

28.10.2021

Smittustøðan í landinum í løtuni ger, at tað er stórt trýst á kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum. Borgarar í Vága og Sørvágs kommunu hava verið noyddir at fara til Havnar og Klaksvíkar at verða potaðir, og long bíðirøð er í løtuni at fáa tíð til kanning, umframt at tað er tíðarkrevjandi hjá vágafólki at skula til Havnar ella Klaksvíkar at verða kannaði. Tí hava borgarstjórarnir í Vágum, Bjarni Prior og Eyð Ellingsgaard, verið í samskifti við Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóra um at upprætta eina potistøð í Vágum.

Tá koppsetingartoymið hjá Sjúkrahúsverkinum var í Vágum fyrr í ár, vísti tað seg at umstøðurnar á Skúlanum á Giljanesi vóru serstakliga vælegnaðar til uppgávuna og somu umstøður egna seg væl sum potistøð eisini.

Eftir avtalu við Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóra, tekur eitt sera trýst sjúkrahústoymi sær tíð at koma vestur leygardagin 30. oktober millum kl. 11.00 og 14.00 til borgararnar hjá okkum at pota og Skúlin á Giljanesi verður karmur um potingarstøðina.

Vónandi fer tað at lætta um hjá okkara borgarum í Vága- og Sørvágs kommunu at verða potaði í nærumhvørvinum, og at vit við hesum fáa minka um smittuspjæðingini her vesturi og í runt um í landinum, og tað eru vit sera takksom fyri sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Kanningarnar eru ókeypis fyri øll tey sum ynskja at gera brúk av møguleikanum. Frá í morgin (fríggjadagin) er møguligt at bíleggja tíð á www.corona.fo við at velja Sandavágur sum staðseting.