Vit eru komin á mál og byrja at kanna hósdagin kl. 18.00

10.11.2021

Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at seta upp eina kanningarstøð fyri Covid-19 í Vágum. Hetta er eftir ynski frá borgarum í Vágum, sum hava brúkt nógva orku og tíð at skula av oynni til kanningar í Havn ella aðrastaðni í landinum.

Í samráð við og við ráðgeving frá Sjúkrahúsverk Føroya, hevur Vága kommuna átikið sær uppgávuna at standa fyri eini kanningarstøð í Vágum. Kommunan hevur sett fólk at samskipa tíðir, pota, skráseta, skaffað verndarútgerð, heinta kanningarútgerð til hvørja kanning og til at senda royndirnar til greiningar. Hetta er møguligt, tí vit eru signaði við dugnaligum fólki í kommununi, sum hava førleikarnar og kunnu átaka sær uppgávuna.

Í fyrsta umfari, átaka Vága kommuna og Sørvágs kommuna á seg allar útreiðslurnar av kanningarstøðini.

Eftir góðu royndina frá sunnumorgunin, tá umleið 500 fólk lótu seg kanna á brandstøðini inni á keiini, varð mett at stórur tørvur er á eini kanningarstøð í Vágum. Tí hevur verið arbeitt við málinum við eini kanningarstøð, har kannað verður nakrar ferðir um vikuna í eitt tíðarskeið. Fyribils verður eftir ætlan kannað tríggjar ferðir um vikuna í tríggjar vikur, men við fyrivarni av at støðan kann broytast og eftir hvør tørvurin verður.

Eins og sunnudagin verður einvegis ferðsla við omankoyring frá Giljanesi, og av keiøkinum verður útkoyring móti Miðvági.

Vónandi fer hetta at lætta um hjá okkara borgarum, so ikki verður neyðugt at brúka nógva orku og tíð hjá teimum at fara til Havnar ella aðrastaðni í landinum, fyri at lata seg kanna seg fyri Covid-19, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Kanning kann bíleggjast við at fara inn á www.korona.fo