
15.01.2026
Í vikuni var Vinnu- og mentanarnevndin í Vága kommunu á vitjan á Snarfrost.
Í 2017 skifti Snarfrost eigarar, tá Henriksen familjan í Sørvági keypti bygningarnar á kaiøkinum í Miðvági. Síðan tá, eru nógvar ábøtur og dagføringar gjørdar á Snarfrost.
Snarfrost tekur dagliga ímóti útróðrarfiski, umframt at línubátar, trolbátar og skipini felagið eigur landa til Snarfrost.
Ímeðan Vinnu- og mentanarnevndin var á vitjan, varð makrelur arbeiddur á virkinum. Snarfrost tekur hesar dagarnar ímóti makreli frá Vesturbúgvanum.
Tummas Henriksen, stjóri, vísti nevndini runt, og greiddi frá hvat virksemi er á virkinum. Eisini greiddi Tummas frá framtíðarætlanum, og at seinni í ár er ætlanin at byggja út og at skera til flak.
Skip sum felagið Snarfrost eigur í eru Vesturvarði, Katrin Jóhanna, Vesturbúgvin og Norðfinnur. Umframt tað, so eiga nøkur av fólkunum handan Snarfrost eisini Brestir, og seinni í ár kemur nýggja skipið hjá felagnum - Vesturleiki - til landið.
Í Vinnu- og mentanarnevndini sita Jóanis Albert Nielsen, formaður, Beinta Gudmundsen, Ingi Wiberg, Dánial A. Hansen og Jónhard Selfoss.