Vestanstevnan verður í ár hildin í Miðvági

07.07.2026
Komandi dagarnar verður Miðvágur karmur um Vestanstevnuna 2026. Sum siður er, savnar Vestanstevnan fólk úr øllum Vágum og aðrastaðni úr Føroyum til nakrar dagar við kappróðri, mentan og savnandi tiltøkum.
Tað eru Miðvágs Róðrarfelag, Miðvágs Bóltfelag og Miðvágs Badmintonfelag, sum í felag skipa fyri stevnuni. Á skránni eru kappróður, ítróttur, tónleikur, familjutiltøk og nógv annað, og fyrsta tiltakið verður longu í dag, 7. juli, kl. 17.00.
Skráin fyri Vestanstevnuna sæst við at klikkja her.
Miðvágur er klárur at taka ímóti Vestanstevnuni
Í sambandi við stevnuna hevur Vága kommuna seinastu vikurnar arbeitt við at fyrireika miðstaðarøkið í Miðvági. Arbeitt hevur verið við at fríðka um bygdina, nýtt fríøki er gjørt við gamla hondbóltsvøllin, nýggj ljós eru sett upp í viðarlundini, og arbeiðið við nýggja útipallinum er liðugt.
Pallurin verður alment tikin í nýtslu, tá Vestanstevnan verður sett fríggjakvøldið, og verður hann framyvir karmur um konsertir, framførslur og onnur tiltøk í miðstaðarøkinum.
Arbeiðsfólk hjá kommununi hava saman við Ung í arbeiði eisini arbeitt við at fríðka um bygdina, soleiðis at Miðvágur er væl fyrireikaður at taka ímóti teimum mongu vitjandi, sum væntast til stevnuna.
Kommunuskrivstovan fer í summarfrí eftir Vestanstevnuna
Eftir Vestanstevnuna fer kommunuskrivstovan í summarfrí. Skrivstovan verður tí stongd frá mánadegnum 13. juli 2026 til mánamorgunin 3. august 2026 kl. 10.00.
Eru átrokandi boð til kommununa, ber til at ringja til kommunustjóran á telefon 79 44 08.
Vága kommuna ynskir øllum eina góða Vestanstevnu og eitt gott summar.