Verkfallið er av

09.06.2024

Verkfallið er av og tað merkir at gongd kemur á aftur samfelagshjólini í kommununi mánamorgunin

Nú verkfallið er av, arbeiða starvsfólk hjá kommununi av øllum alvi fyri at tryggja at stovnar verða vaskaðir og burturkast heintað, so vit skjótast møguligt fáa ein vanligan gerandisdag aftur.

Hetta merkir at Sóljugarður er klárur at lata upp í morgin sum vanligt, og frítíðarskúlin Smílikullan og Virkishúsið við Ánna somuleiðis. Miðgarður verður vaskaður í morgin, mánadagin, og letur upp aftur sum vanligt týsmorgunin.

IRF kunnar um nær húsarhaldsburturkast verður heintað.