Vegurin stongdur við miðstaðarøkið í Sandavági í dag

04.05.2024

Í dag verður árliga og fittliga tiltakið Húsagongd í Sandavági, í hesum sambandi verður vegurin frá miðstaðarøkinum í Sandavági og yvir til Bartalsstovu stongdur fyri allari ferðslu frá kl. 16.00 til 22.45. Møguligt verður at koyra oman ímóti kirkjuni og harfrá yvir til SÍF húsið og Bartalsstovu at sleppa til handils.

Vága kommuna