Vegurin stongdur vegna súkklukapping í kvøld

26.08.2022

Í samband við Seinsummardagin, verður súkklukapping í bygdini í kvøld, fríggjakvøld 26. august. Í hesum sambandi verður vegurin stongdur fyri allari ferðslu frá Nullinum og út á bakka í Sandavági frá kl. 18.00 til 19.30. Síðuvegirnir verða somuleiðis stongdir í hesum tíðarskeiðnum.